Lýsing
Lýsing
Lýsing

Býarskái í november - Runavík bjóðar øllum vælkomnum!

SKRIVAÐ: Visit Runavík  |  15.10.2020 - 18:24 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Hóast korona hevur órógvað flestu tiltøk í ár, verða hvørki jólini ella jólasølan avlýst – so avgjørt ikki í Runavík!

Býarskáin í Runavíkar kommunu verður sum vant, tó við smærri broytingum. Skipað verður fyri einum longum vikuskifti 7. og 8. november, har handlarnir hava opið heilt fram til kl. tíggju á kvøldi. Hesar báðar dagar hava handlarnir eina ørgrynnu av tilboðum, kappingum, undirhaldi og tónleiki. Tað verður lagt upp til eina rimmar jólasølu har spennandi støkk upp handlar verða í økinum, ið somuleiðis hava nógv góð jólagávuhugskot.

Løkshøll byrjar býarskáan fríggjakvøldið 6. november kl. 21.00 við einari útgávukonsert hjá ‘Land of Maybe’, ið er heitið á bólkinum hjá Allani Tausen og Edith Dahl Jakobsen. Løkshøll hevur fleiri onnur tiltøk á skrá, ið verða kunngjørd í næstum.

Matarstøðini í økinum og streetfood-vognar bjóða okkurt gott til tey svongu, heimagjørdar Bubble Waffles, doughnuts, fisk & chips og annað gott til góman verður at fáa fram við Visit Runavík. Harumframt skipar prýðiliga Skótahúsið fyri støkk upp café.

Fleiri gistingarmøguleikar eru eisini í økinum, og bæði summarhús hjá Visit Runavík og hotellið í Runavík lata serprís. Samanumtikið ber til at gista og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, taka sær av løttum og uppliva, hvussu Runavíkin spílar seg út eitt vikuskifti í november.

Neyvari skrá verður á heimasíðuni hjá Visit Runavík – www.visitrunavik.fo ella á facebooksíðuni Býarskái í Runavík.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum