Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eftir at Klaksvík hevur verið frí fyri Corona í longri tíð, er friðurin nú møguliga úti. Søgur ganga um, at ein, ið er smittaður, hevur verið á Jacqson seinasta vikuskifti, og landslæknin vil ikki avsanna tað. | Mynd: Egin mynd.

Møguliga er Covid-19 aftur í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.10.2020 - 21:52 Tíðindi

Søgur eru farnar at ganga um, at ein persónur, ið seinni er vorðin staðfestur smittaður av Corona-virusinum, hevur verið at sæð í Jacqson seinasta leygarkvøld í Klaksvík. Norðlýsið hevur vent sær til landslæknan, Lars Fodgaard Møller, fyri at fáa hesi tíðindini váttað ella avsannað, og landslæknin segði í stuttari viðmerking, at hann ikki kann nevna persónar, men at hann ikki kann avsanna, at ein tilburður er staðfestur í Klaksvík.

Norðoyggjar hava annars verið hepnar í hesi seinnu bylgjuni av Corona. Bert 3 tilburðir hava verið síðani 1. juli í ár, og seinastu 14 dagarnir hevur als ongin tilburður verið. Men nú er møguleiki fyri, at smittan er komin aftur til Norðoyggjar og til Klaksvíkar.

Um hald er í søgunum, sum eru farnar at ganga, so hevur persónurin, talan er um, verið á skeinkistaðnum Jacqson leygarkvøldið tann 10. oktober, allarhelst uttan at vita av, at viðkomandi er smittað/ur. Hvussu er og ikki, so bíða vit nú eftir meira kunning frá landslæknanum og næstu dagføringini av, hvussu Coronasmittan er býtt sundur upp á økini í landinum.

Norðlýsið fylgir málinum og dagførir so skjótt, vit vita meira.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Postkort úr Finlandi
Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálkin…
Hóskvøldið spælir NSÍ altjóða dyst í Kla…
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…