Lýsing
Lýsing
Lýsing

Emry Jo stillar upp

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  16.10.2020 - 13:41 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Norðoya Sjálvstýrisfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, og greitt er, at Emry Jo er á listanum.

Hóast flest øll kennast við navnið Emry Jo, so er tað kanska ikki øll sum vita, at hennara skrásetta navn er Ann Mari Jaspursdóttir Midjord. Tí mugu fólk eisini minnast til, at á atkvøðuseðilinum, skulu tey leita eftir Ann Mari Jaspursdóttir Midjord, tá krossurin skal setast.

Emry Jo, er 35 ár, og eigur eina dóttur, sum er 9 ára gomul. Hon er forkvinna í Klaksvíkar Sjónleikafelag og nevndalimur á MÁF. Emry Jo er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Hon hevur búð í Danmark og Aberdeen. Foreldrini eru Jaspur Leivsgarð Johannesen og Conny Eliasen.

 

Sjálv sigur Emry Jo soleiðis:

Klaksvík - saman í gaman og alvara!
Eg eri títt valevni til Kommunuvalið 2020. Eg stilli upp, tí eg vil gera mítt fyri at borgarnir í Klaksvíkar kommunu verða hoyrdir. Eg stilli upp, tí eg vil gjarna gera mítt fyri, at klaksvík heldur áfram við tí góðu gongdini. Eitt av hjartamálunum hjá mær er bústaðar møguleikar. Nógv fólk standa í svárastu neyð og mangla bústað. Hetta SKAL raðfestast høgt! Og so sjalvandi slepst ikki undan, at eg vil menna kreativitetin í kommununi, og tí ynski eg betri karmar fyri Klaksvíkar Sjónleikafelag.

Byggiverkætlanirnar skulu gerast lidnar
Fyrst og fremst ætli eg mær at fáa hesar spennandi verkætlanirnar lidnar, so vit kunnu nyta gott av teimum.

Bústaðar møguleikar
Vit eru ein býur, har nógv fólk búgva og framhaldandi vilja búgva, og tí mugu vit fáa betri bústaðarmøguleikar.

Atkoma
Tað er umraðandi, at allir borgarir í Klaksvíkar kommunu hava somu atkomumøguleikar í bynum.

Mentan
Eg brenni fyri at menna ta kreativu mentanina í kommununi. Her eru nógvar kreativar eldsálir, ið brenna fyri listini, og tørvur er á, at stuðlað verður undir listina og kreativitetin á ein betri og munagóðan hátt

 

Norðoya Sjálvstýrisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…