Fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni
Hóskvøldið 29. oktober kl. 19.30 heldur Ragnar Á. Joensen samfelagsfrøðingur fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni við heitinum “Amerikanska valstríðið – eitt fólkaræði undir álopi”.
Tað vakti stóran ans tá vinnulívsmaðurin Donald Trump vann valið frammanfyri Hillary Clinton fyri fýra árum síðani. Hin 3. november skulu amerikanarar aftur á val. Hesuferð stendur valið millum sitandi republikanska Donald Trump og avbjóðaran úr demokratiska flokkinum Joe Biden. Amerikanska valskipanin verður ofta søgd at vera hin mest demokratiska, men við seinmodernaða samfelagnum, fake news, sosialu miðlunum er amerikanska fólkaræði helst fyri síni størstu avbjóðing.
Á fyrilestrinum á Klaksvíkar bókasavni fer Ragnar Á. Joensen at viðgera, hvussu amerikanska valskipanin er skrúvað saman, hvørji eru evnini, sum kunnu hava ávirkan á valið og hvussu tað amerikanska fólkaræði hevur tað.