Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: FC Hoyvík

Allan Mørkøre skal menna hoyvíkingar komandi fimm árini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.10.2020 - 23:33 Ítrottur Tíðindi

Klaksvíkingurin hevur gjørt langan sáttmála við FC Hoyvík.

FC Hoyvík skrivar:

FC Hoyvík nýggjan høvuðsungdómsvenjara

Nevndin hevur undirskrivað langtíðarsáttmála við Allan Mørkøre, sum verður nýggjur høvuðsungdómsvenjari í felagnum.

Allan er longu kendur í felagnum og hevur síðsta árið verið venjari hjá gentum U15, har vit hava sæð stór ítróttarlig og trivnarlig úrslit.

Allan hevur hollar royndir sum venjari, har hann bæði hevur vant ungdóm og vaksin. Allan hevur A-prógv og hartil námsfrøiliga útbúgving.

Umframt at Allan, sum høvuðsungdómsvenjari skal standa á odda at menna allar leikarar og venjarar í FC Hoyvík, verður hann eisini høvuðsvenjari hjá G15.

Sjálvur sigur Allan at hann er sera spentur at taka við nýggja starvinum.

Sáttmálin er skrivaður fyri 5 ár.

Vit ynskja Allani bestu eydnu í nýggja starvinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG