Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu vera til reiðar

SKRIVAÐ: Súni Anthoniussen  |  29.10.2020 - 14:45 Kommunuval 2020 Politikkur

Føroyar eru blivnar til ein eggjandi stað, ið dregur ferðafólk at sær. Ferðafólk streyma til landið frá fyrst í apríl mánaði og líka fram til september. Covid-19 hevur sett ein lítlan dempara á innrásina av ferðafólkum, men tá ið eitt koppingarevni verður funnið ímóti korona, tá noyðast vit at vera til reiðar at taka ímóti vitjandi fólkum.

Undirritaði hevur arbeitt í fleiri ár innan sølu og tænastu og hevur samskift við nógv ferðafólk. Sum oftast eru ørindini hjá teimum vitjandi at sleppa út í náttúruna. Í Norðoyggjum er tað altíð Kalsoy, Kunoy, Viðoy, Fulgoy og Svínoy, sum mugu upplivast. Sjáldan eru tey komin júst fyri at síggja Klaksvík.

Tá ið ferðafólk koma úr bussinum á sandinum, tá skulu tey ikki ganga langt fyri at finna útav, at býurin ger lítið burtur úr viðlíkahald av gonguteigum og vegakervi. Umstøðurnar eru kanska vánaligast frá rundkoyringini og út eftir vestara armi. Betri gongubreytir verða ikki bara góðar fyri eyguni men eisini ein stórur fyrimunur hjá teimum mongu, sum dáma væl at renna. Tað verður eisini munandi betri hjá teimum, sum fara trillitúr við børnunum.

Mentan og ferðavinna plaga at ganga hond í hond. Mentanin hjá okkum er ferðavinnuáhugamál hjá vitjandi, og tað sama er galdandi, tá ið vit fara í onnur lond. Tí burdi tað verið gjørt nógv meira burtur úr Klaksvík sum ferðavinnumál hjá teimum vitjandi. Hetta kann gerast við at gera okkara søgu og mentan meira sjónliga í býnum. Læknastríðið í Klaksvík fekk nógva umtalu úti í heiminum og er avgjørt ein spennandi søga, sum vit kunnu gera meira burtur úr.

Norðoya Fornminnissavn liggur úti í sjálvari ‘Klakksvíkini’, og her er upplagt at menna savnið hjá okkum til at umfata eitt lítið sindur meira enn bara gamlan fiskireiðsskap, sum man brúkti fyrr. NF varar eisini av Faktorshúsinum, sum kann nýtast til ymisk endamál, ímeðan kommunan eigur Ídni. Her kundi man saktans byrjað at arbeitt fram ímóti at fingið eitt nógv størri og fjølbroyttari savn, sum hevði freistað fleiri vitjandi at komið norð her.

Í løtuni arbeiða trý fólk á NF, har fíggjarliga játtanin ikki strekkir til at umfata tvey fulltíðarstørv. Hetta er eitt av mínum hjartamálum, sum eg ætli mær at arbeiða hart fyri at náa, og tað fái eg einans gjørt, um eg fái stuðulin frá veljarunum. Hetta er ikki tann dýrasta verkætlanin, og tað eigur at bera til!

 

X við Súna Anthoniussen á lista C.

Lýsing
Seinastu tíðindini
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…
Fíggjarligt haldføri og burðardygd.
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi,…
Latið føroyingar keypa á netinum – sum r…
Valhugni hjá Norðoya Javnaðar­felag
Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út