Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framløga av Norðoya kirkjubók 1760-1892

SKRIVAÐ: Felagið Varðin  |  04.11.2020 - 13:49 Mentan Tíðindi

Í kvøld kl. 19 verður framløga av Norðoya kirkjubók fyri árini 1760-1892 í kjallaranum í kirkjuni í Klaksvík

Kirkjubøkur eru skrivaðar av prestunum, so henda bók er skrivað í Ónagerði á Viðareiði. Har skuldu prestarnir skriva upp øll tey børn, sum teir doyptu eins og fadrar og gummur teirra, hvørji vóru fermd, trúlovaði og gift, og hvørji børn tey fingu. Teir skuldu eisini skriva nær tey doyðu. Tíðliga fóru prestarnir í Norðoyggjum eisini at skriva nær børn vóru fødd. 

 


Upplýsingarnir í kirkjubókum eru fyrsta floks søguligar samtíðarkeldur. Tann sum vil fáa nakað at vita um sína slekt kann her fáa holla vitan. Ættargranskarar og aðrir søgufrøðingar hava kagað í hesar kirkjubøkur og fingið mangt at vita. Men tilfarið er ikki lætt at arbeiða við, tí tað er mangan skrivað við gamlari skrift, sum skúlabørn ikki hava lært tey síðstu hundrað árini. 

 


Tørvur er tí á at gera eins og aðrastaðni, har tørvur er á kelduútgávum. Onkur má seta seg niður at skriva tær gomlu kirkjubøkurnar av, bókstav fyri bókstav, so vissa er fyri, at tað sum stendur veruliga er tað sum frumkeldan sigur. 

 


Tá hetta er gjørt ber til hjá leikum og lærdum at nýta hesar bøkur at arbeiða við. Tann sum vil fáa meir enn sjálv nøvnini í síni ætt, kann fáa hópin at vita um hvussu lívið hjá forfedrunum hevur verið. 

 


Hetta er eitt sera stórt arbeiði, og einki er at siga til, at hildið hevur verið, at tað ikki bar til. 

 


Men Petur Martin Rasmussen vísti við síni útgávu av elstu kirkjubókunum í Suðurstreym, at hetta kundi gerast. Sama gjørdi Poul Andreasen við ta elstu í Suðuroy. Men skal fult gagn fáast burtur úr hesum bókum er neyðugt at fáa tær allar prentaðar, so tað ber til at leita eftir fólkum sum flyta millum oyggjarnar. Eisini er neyðugt at hava leitorðalistar, so til ber at finna fólk aftur. 

 


Ritstjóri í hesi verkætlan er Johan G. Mikkelsen, sum hevur fingið alt tilfarið skrivað niður og rættlisið, so trygd er fyri at rætt er skrivað.

 


7. juli í ár vóru Eysturoyar kirkjubøkur fyri árini 1687-1892 lagdar fram í Løkshøll. Í 1892 komu nýggjar kirkjubøkur, so natúrligt er at fáa tær fyri hetta ár frá hondini fyrst, tí tær eru eisini tær sum mest stríð er av at lesa.

 


Nú mikudagin 4. november kl. 19 verður kirkjubókin fyri Norðoyggjar løgd fram í Klaksvík. Við leitorðalistanum er bókin 725 síður. Tey sum hava áhuga fyri síni ætt og fyri síni bygd fáa nú eina keldu til kunnleika, sum sárliga hevur verið saknað higartil.

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…