Býarskái í Runavík hetta vikuskiftið
Nógv tiltøk verða um vikuskifti – upplivingar, kappingar, tónleikur og góð tilboð seta dám á økið.
Talan er um Býaarskáan í Runavík, ið er stóra heysttiltakið í økinum. Sjóneykan verður sett á Runavíkina, har Løkshøll skipar fyri upplivingum, og handilslívið setur hol á eina rimmar jólasølu.
Úr rúgvuni kunnu nevnast at føroyski animatiónsfilmurin ”Skúla Scam”, ið Tóki Jónsson hevur framleitt, verður sýndur í Løkshøll leygardagin 7. november kl. 16.00. Ein útgávukonsert hjá ‘Land of Maybe’ byrjar Býarskáan fríggjakvøldið 6. november kl. 21.00. Harumframt skipar prýðiliga Skótahúsið fyri støkk upp café og sansa-rørsluspæl verður á bókasavninum við Løkin leygardag kl. 11.
Skráin er rúgvusmikil og er longu løgd út á heimasíðuna hjá Visit Runavík – https://visitrunavik.fo/tiltak-vr/byarskai-2020/ og á facebooksíðuni Býarskái í Runavík.
Samanumtikið ber til at gista og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, taka sær av løttum og uppliva hvussu Runavíkin spílar seg út eitt vikuskifti 7. og 8. november.