Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimlig og fevnandi røkt er sálarbót

SKRIVAÐ: Jógvan Andrias Joensen  |  09.11.2020 - 17:27 Kommunuval 2020 Politikkur

Nærvera og nærlagni eru umráðandi, tá talan er um røkt sum heild. Vit styrkja hesi evni okkara við at hava góðar og sunnar vanar.

Røkt av luftini, sjónum, fjøruni, bønum og haganum, saman við røkt av øllum tí, sum fremur góða samveru millum menniskju, er okkara í lutur í kommununi og nærumhvørvinum.
Henda leiklut er tað skylda okkara at fylla út, bæði hvør sær og saman. Skipananarliga liggur tað íborðið í okkara kommunalu skipan at greiða, greina og samskipa hetta stórverk.

Faklig, vinnulig og vinalig røkt
Sálarbót hevur mannaættin altíđ søkt.

Eg vil, saman viđ tær, um eg verði valdur, gera alt fyri at skapa fjølbroyttar karmar, til tess at styrkja tađ fyribyrgjandi arbeiđi, sum fremur góđa sálarheilsu og trivna.
Her er talan um at fremja sunna rørslumentan, matmentan og atkomumentan til fjølbroytt tilbođ til allar aldursbólkar.


Leggjast skal til rættis fyri at hin einstaki kann ganga ymsu avbjóđingunum á møti og verđa stuđlađur, tá tađ gerst neyđugt.

Framhaldandi átøk skulu tryggja, at hin einstaki kann søkja og finna friđ og sætta seg. Annađhvørt átøkini eru faklig ella vinnulig, at tey eru undir tryggum kørmum.

 

Savnandi røkt er sálarbót
Ein savnandi kommuna røktar og tænir øllum sínum borgarum, felagsskapum, stovnum og vinnum.

Viđ heimligum familju-, ungdóms- og eldraíbúđum og -felagshølum skal vera trygt at liva og eldast. Somuleiđis skal tađ vera trygt, tá vit, fyri seinastu ferð, siga hvør øðrum farvæl.

 

Saman viđ tær vil eg fremja ein hugburð og eina arbeiđsmentan, sum tekur hædd fyri hesum, bæði tá talan er um barna-, ungdóms- og eldrarøkt, trivnaðar- og heilsurøkt, umhvørvisrøkt, røkt av atkomu, røkt av gjøgnumskygni, ferđslurøkt og røkt av gonguteigum og súklubreytum, røkt av bygda- og býargøtum og røkt í almenna rúminum.

Vitanarrøkt heldur enn gitanarrøkt er sálarbót
Eg vil leggja til rættis og tryggja veljarum innlit, gjøgnumskygni og ognarskap til øll mál, sum vera umrødd og samtykt í Klaksvíkar kommunu.

Soleiðis vil eg, at kommunan gongur undan, tá talan er um handfaring av kunnleika til og um viðurskifti, sum hava við borgaran at gera, annaðhvørt tað er á heimasíðuni ella í Miðluni.

Við nýggja skúlanum á Skúlatrøð, lestrarstovnum og læruplássum sum heild í kommununi, skal arbeiðsroyndir og vitan framhaldandi vera grundvøllurin, vit byggja heimstaðin á.
Eg vil saman við tær fremja eina felags fatan av hugburðs- og arbeiðsmentanini í kommununi. Ein mentan, sum eigur at vera ment á felagssøgu, -siðvenju og felagsarvi okkara.

Soleiðis kunnu vit styrkjast í strembanini eftir at skapa rúm fyri nýhugsan og íverksetan, fremja skapandi megi, sum heild, innan allar listagreinar. Soleiðis kunnu vit fremja opinleika í tínum og mínum heimstaði, kjølfest í okkara felagsvirðum.

Velur tú meg, vil E saman við tær, og royndum og vitugum viðleikarum, virka fyri einum vónríkum og vónriknum heimstaði, har dreymar føðast og støðast.
Gott val!

Jógvan Andrias Joensen
Vónborin viðleikari og valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Lýsing