Lýsing
Lýsing
Lýsing

Toppdystur seinnapartin

SKRIVAÐ: faroechess.com  |  22.11.2020 - 12:22 Ítrottur Tíðindi

Dystirnir í fimta umfari í landskappingini  í talvi eru seinnapartin. Telvað verður í Vestmnanna í stórum felagsumfari.

Mest spennandi dysturin í dag stendur millum fremstu liðini í 1. deild, Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Vágamenn hava longu vunnið sær høgliga leiðslu. Heldur jánkasliga byrjanin hjá meistaraliðnum úr Havn ber í sær, at sandavágsmenn eru farnir hálvtfjórða stig undan argasta kappingarneytanum. Skulu havnarmenn gera sær tankar um at endurvinna FM-heitið í ár, mugu teir helst vinna dystin í dag, soleiðis at tað í fyrsta lagi styttist nakað millum oddaliðini.


Ein ávísur spenningur er um, hvussu liðini manna seg til hesar týðandi innanhýsis dystirnar. Hóast Havnar Telvingarfelag hevur heldur størri úrval av javnt góðum telvarum, hevur stóra takið hjá teimum verið at fáa teir at telva saman. Teir plaga kortini at brynja seg væl til dystirnar móti nettupp Sandavági. Vágamenn hava aloftast sínar menn tøkar, tá dystir eru. Í ár sæst nýtt navn á styrkilistanum. John Arni Nilssen, føroyskur altjóða meistari, stendur sum nummar trý á listanum hjá Sandavágs Talvfelag, men hann hevur ikki verið við enn. John Arni, sum í fleiri ár var sterkasti føroyski telvari, býr í Danmark og hevur ikki telvað í føroysku landskappingini í mong harrans ár. Onnur broyting hjá sandavágsmonnum er, at brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava gjørt eitt sínamillum býti á fremru borðunum. Høgni, sum hevur hægri styrkital og er føroyameistari, situr nú á øðrum borði, og Rógvi á fyrsta borði.


Dystirnir í 1. deild í dag og støðan í deildini:


5. umfar (22.11)
Havnin-Sandavágur
Havnin B-Klaksvík
Klaksvík B-Kollafjørður


Støðan í 1. deild
Sandavágur 12½
Havnin 9
Kollafjørður 7
Klaksvík B 7
Havnin B 6

 


Hinar deildirnar


Í 2. deild eru vestmenningar klárt á odda. Støðan í toppinum err henda:


2. deild (toppurin)
Vestmanna 13½
Klaksvík 8
Sandavágur 7½


3. deild (1, bólkur)
Sandavágur 12
Gøta 10½
Kollafjørður 8½


3. deild (2. bólkur)
Toftir 12
Rókur 11
Vestmanna 9½


Seks lið eru í 1.- og 2. deild og tólv í alt í 3. deild. Kappast verður eisini í einari unglingadeild, men teir telva ikki í dag. Har stendur næstan á jøvnum millum Klaksvík og Havnina í oddanum.


Allir dystir í øllum deildum verða telvaðir í Miðnámi í Vestmanna í dag. Byrjað verður klokkan 14.00. Øll vanlig korona-tilmæli skulu fylgjast, og tí er kanska at undrast á, at skipað verður fyri einum stórum felagsumfari, tá telvarar eftir førimuni skulu halda frástøðu.


Tá liðugt er í dag, er komið hálva leið í landskappingini. Tíggju umfør eru í alt. Dystirnir í sætta umfari eru ikki fyrr enn 10. januar 2021. Kappingin endar 13. mars mæsta ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…