Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólaskipið kemur á Runavík 12. desember.

SKRIVAÐ: Visit Runavík  |  09.12.2020 - 11:05 Mentan Tíðindaskriv

Skipari og manning umborð á jólaskipinum boða frá, at tey koma til Runavíkar leygardagin 12. desember kl. 16.30.

Jólaskipið leggur at við bátahylin. Siðvenja hevur verið at jólamenninir syngja nakrar jólasangir saman við børnum og soleiðis verður eisini í ár. Ein pallur er settur upp nærhendis har jólamennirnir framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamennirnir eisini okkurt gott til børnini. Jólanissur og Nes sóknar Musikkfelag luttaka.  

Ein forvitnislig jólaframsýning er sett upp við Doktaragarðin. Tvær hugnaligar smáttur, skrýddar við bommum, standa á fløtuni beint við. Í einari smáttu ber til at síggja jólabakstur hjá ommusysti, og í hinari er smiðjan hjá jólamanninum. Framsýningina hevur Anette Sonne sett upp í samstarvi við Visit Runavík. 

Tiltakið byrjar kl. 16.30 og í hesum sambandi verður Gulasteinsvegur stongdur fyri koyrandi ferðslu frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi í tíðarskeiðnum frá 16-17.30.

Víst verður til almennu tilmælini á corona.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum