Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroya løgmaður hevur eina uppgávu og tað er at skapa semju í samgonguni um avtøku av tunnilsgjøldunum í Vága- og Norðoyatunnlunum | Mynd: Oliver Joensen

Bummgjald sum rúsevni hjá løgmanni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.12.2020 - 11:35 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Fólkið hevur hildið sín part av avtaluni og goldið lánsgjøldini í undirsjóvartunlinum niður í onki. Men politiska skipanin blívur við at krevja inn. Hon hevur vant seg við inntøkur uttan fyri fíggjarlógina og við at sleppa undan útreiðslum á fíggjarlógini. Gjøldini skuldu vera ein fyribilsloysn, men eru vorðin eitt slag av rúsevni, sum Landsstýrið og tunnilsfeløgini ikki klára at leggja av. Og sum hjá flestøllum rúsevnismisnýtarum, so forsøma teir síni lyftir og hugsa einans um næsta “fixið”.

Norðoyingar og vágafólk góvu annars núsitandi samgongumeiriluta sera dyggan stuðul valnáttina 31. august 2019. Og tá samgonguskjalið varð undirskrivað, lovaðu oddafiskarnir í samgonguni teimum eisini at seta gongd á at halda gamla lyftið um at avtaka bummgjøldini í undirsjóvartunlunum. Men lyftið er framvegis ikki hildið, og tað er alt annað enn gott fyri álitið á Landsstýrið.

Tað vóru sera ymiskar útmeldingar í miðlunum aftaná tann annars siðiliga og gevandi fundin í Gamla Seglhúsinum mikukvøldið. Sum einasti miðil á fundinum kann váttast, at fleiri sótu eftir við eini felags fatan av, at nú fór okkurt at henda, men samstundis sigur KVF frá løgmanni, at hann ikki kundi lova nakað, og at politiska viðgerðin av málinum als ikki hevði raðfesting í løtuni. Eftir sita borgararnir í Norðoyggjum og í Vágunum, sum slignir á nevið og vita ikki, um teir eru keyptir ella seldir. Ein vón varð birt, men beinanvegin varð ivi sáddur um orsøk var til vón.

Forhánisligu afturmeldingarnar um ynskið hjá norðoyingum og vágafólki um at verða loyst úr hafti ljóða “Harragud, kunnu tit ikki gjalda eina 20-krónu?”. Tann retorikkurin kann einans koma frá fólki, sum ikki skilja trupulleikan og sum ikki brúka tunlarnar tað stóra sjálvi. Ein tjúgukróna er ongin trupulleiki, og tað er ikki tað, tað snýr seg um. Tað snýr seg um tey, sum gjalda fleiri hundrað ella túsund tjúgukrónur um árið.

Ein pendlari við 240 árligum arbeiðsdøgum skal gjalda knapt 5.000 krónur, og tað er altso ein upphædd, sum munar í húsarhaldsbudgettinum. Men tað er serliga vinnulívið, bummgjøldini ganga út yvir. Vinnulívið sendir óteljandi bilar ígjøgnum, og tað kostar fleirfalt tað, sum ein persónbilur kostar. Gjaldið er ein stórur vansi fyri kappingarførið, tí útreiðslurnar til flutning eru munandi størri enn hjá teimum í meginøkinum. Hetta setir vinnulívið í Norðoyggjum í eina sera keðiliga støðu.

Størsti taparin er tó politiska skipanin sjálv. Tá politikararnir gera alt fyri at skáka sær undan at halda givin lyftir, so hevur tað politikarastikni við sær. Fólk fáa eina hugmynd av politikarum sum óálítandi, sleisknir, dupultmoralskar og sum fólk uttan heiður, sum onga æru seta í at halda sítt orð. Og tað er ótrúliga stórt spell fyri land, fólk og politisku skipanina.

Í skrivandi stund eiga tunnilsfeløgini tíggjutals milliónir á bók. Lánsgjøldini eru ikki har at gjalda longur, og verandi gjaldførið hjá tunnilsfeløgunum kann rinda fyri viðlíkahaldið í meira enn 10 ár framyvir. Tað er óskiljandi, at landsins kosnu menn og kvinnur vilja seta virðingina fyri sær sjálvum yvir stýr, bert fyri at kunna krevja pengar inn, hóast tað at kalla ikki er neyðugt. “Abstinensirnir” ikki at móttaka bummgjalds-rúsevnið fara ikki at vera so ringir, sum Landsstýrið og løgmaður óttast.

Tað er neyðugt, at politikarar halda givin lyftir og rætta hendan landafrøðiliga skeivleikan, har tvey øki í landinum verða hildin niðri og hildin fyri spott. Tað má halda uppat, ongantíð ov skjótt. Fundurin í Gamla Seglhúsi gav boð um at tunnilsgjaldið skal avtakast skjótast gjørligt – Vit bíða!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni