Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: jn.fo

Opið bræv til Jørgen Niclasen landsstýrismann í samferðslumálum og SSL

SKRIVAÐ: Seks sjómenn  |  14.12.2020 - 08:09 Lesarabrøv Politikkur

Seks sjómenn í Nólsoy við drúgvum royndum, rópa varskó

Mánadagin gekk sjón fyri søgn, tá nýggja skipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, fór í sigling um Nólsoyarfjørð. Tá tvíkiljan​ ​hevði verið í sigling fimm dagar, var galin endi, tá rútanir fóru í stýriborðssíðu á veg inn á Havnina.

Leygardagin hittust vit sjómenn í Nólsoy at viðgera støðuna viðvíkjandi siglingina á nólsoyarleiðini, ið vit nú halda vera somikið hættisliga, at lív eru í vanda.

Erla Kongsdóttir er ikki egnað til sigling um Nólsoyarfjørð á vetrartíð. Ein sjómaður, sum í 40 ár hevur siglt í Barentshavinum í øllum veðri, hevði verið við á túrinum út fríggjamorgunin. Hann greiddi frá, at Erla Kongsdóttir hevði lagt seg ógvusliga, og fór hon longur á liðina við so nógvari ferð, skuldi ikki meir enn eitt brot til, at hon koppaði. Hann leggur afturat “eg havi roynt at staðið upp eftir enda við skipi, men hendan túrin um fjørðin dámdi mær ikki”. Vit stúra fyri, at um vetrarsiglingin ikki verður steðgað, fer stór vanlukka at henda á Nólsoyarfirði, ið kann oyða bygdina við einum sjógvi.

Erla Kongsdóttir er helst eitt gott​ ​skip at sigla við á summri, og hevur hon góðan stabilitet, tá báðir kjølir eru í sjógvinum - men á hávetri, í lágætt og vestfalli, tá havaldan kemur inn á fjørðin, er hon lívshættislig. Eitt brot kann koma óvart á og vera stórt av streymi.

Flestu skip, sum vit kenna tey, hava kúlustevni og/ella avrundaða innilokaða gron fyri at taka sjógvin frammanfyri, men Erla Kongsdóttir er opin framman og kann lætt taka sjógv inn. Harafturat hevur hon flata gron, ið ger, at hon hevur torðført við at avleiða nógvu kraftina frá sjógvinum, og hetta kann kennast sum harðir stoytir undir sigling. Dømi er um, at Erla Kongsdóttir hevur rent gronina undir, tá siglt var uppímóti í ringum veðri. Bildekkið er framman, og um hon fær eitt kast, kunnu bilar fara út í annað borið. Fer skipið tá á liðina og eitt brot kemur afturat, so er galið.

Ein má altíð sigla við skili og eftir umstøðunum, tí um siglt verður ófantaliga í illveðri, ber til at knúsa eitthvørt skip sundur.
Eitt, sum sjómenninir undrast á, er hví Erla Kongsdóttir hevur so stórar rútar, tá hon skal eitast at vera bygd til føroysk viðurskifti. Fara rútarnir og eitt brot kemur, fyllist salongin við sjógvi, tá er eingin stabilitetur longur. Sjógvur fer tá út í annað borið og ferðafólkið við.

Flestu skip hava lúkur at koyra fyri rútarnar, tá siglt verður í ringum veðri fyri at forða fyri, at skipið skal taka sjógv, skuldi ein rútur sligið inn. Hetta ber ikki til umborð á Erlu Kongsdóttir, tí hon hevur panoramarútar.

Harafturat framgongur av heimasíðuni hjá SSL undir teiginum við tekniskum útgreiningum av HSC Erlu Kongsdóttir, at skipið er bygt at sigla í vardum farvatni. Tað er Nólsoyarfjørður ikki!

Vit hava tosað við ein av royndastu skipsverkfrøðingum í Føroyum, sum hevur teknað nógv skip og eisini hevur gjørt skipsvanlukkufrágreiðingar. Hann greiddi frá, at tá ein slík hending er, skal man lata vera við at gita, men kanna - og kanna væl fyri síðan at gera niðurstøður.

Um tvíkiljur​ ​sigur hann, at tær eru munandi meira stabilar og rulla minni enn skip við einum kjøli. Tær vera nógv brúktar av alivinnuni her heima, har man hevur kranar at lossa við. Tær uppgávurnar kunnu ofta bert loysast av tvíkiljum, tí stabiliteturin er betri. Men av tí, at tær hava størri stabilitet, so er kraftin á skrokkin frá sjónum tilsvarandi størri.

Í mun til vanlig skip, so hava tvíkiljur nógvar slættar flatur. Serliga framman. Tá luft kemur ímillum og ein sløtt flata setur harðliga niður í sjógvin er kraftin ógvuslig og sama er við rørslunum í skrokkinum. Tí verður oftast ein minni triði kjølur gjørdur fyri at bróta sjógvin betur.

Av frágreiðingini hjá Anne Mette Greve Klemensen um ógvusligt buldur, er nógv, sum bendir á, at luft er komin ímillum, tá skipið hevur sett í eini aldu og hørð rørsla og ristingar eru komnar í skrokkin og farnar út í rútin.

Øll skip liva, tá tey eru í sjónum. So tað slepst ikki undan rørslum og ristingum. Tí hevur man eitt frírúm við pakningi, sum skal verja rútin móti ristingum í skrokkinum, men um rúturin er ov stramt monteraður, fara rørslurnar úr skrokkinum út í rútin. Hann nýtist ikki at fara við tað sama, men gongur ein løta meðan spenni er á og ein lítil stoytur afturat kemur, brestur rúturin. Ein annar møguleiki er feilur í tilfarinum, sum er nýtt til rútin.
Stabilitetskurvan vit kenna til, verður roknað út frá skipum við einum kjøli, og har er talva at ganga eftir. Sambært upplýsingum skal hvør kjølur á eini tvíkilju vera 7 ferðir sterkari enn á skipi við einum kjøli.​ ​Men verður ein kjølur leysur úr havinium, hvar er stabiliterurin tá? Tá er einki fríborð at halda ímóti, og tá stendur nógv á skipinum. Hyggur ein eftir kappsiglarum, ið sigla við tvíkiljum, eru teir allir skjótir út í annað borið, fer kjølurin uppfrá, har hendir tað meir enn so, at skipið koppar.

Vit loyva okkum at ivast í, um norðmenn vita hvørjari siglingarleið Erla Kongsdóttir er ætlað at sigla í, og hvat teir munnu halda um skilið, at rútarnir longu eru farnir, eftir at hon hevur verið í sigling í fimm dagar. Vit kunnu heldur ikki lata vera at hugsa, hvat annað kann vera farið og um skaði kann vera komin á skrokkin. Smærri tvíkiljur vera í Føroyum eins og í Noregi bert nýttar í vardum farvatni til javna aldu.

Erla Kongsdóttir er tí ein ørvitis lappaloysn, ið kann forgera fólkið.

Tað er Sjóvinnustýrið, sum góðkennir skip til sigling, men oftast verður uppgávan latin Norsk Veritas. Av tí at Føroyar ikki er sjálvstøðugt IMO-land er føroyska góðkenningin undir eftirliti av Søfartsstyrelsen. Møguleiki er fyri at feilir verða gjørdir í góðkenningini.

Áheitanin frá okkum til SSL og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, er greið og eigur at vera tikin í stórsta álvara: Steðgið siglingini við Erlu Kongsdóttir um Nólsoyarfjørð á hávetri beinanvegin. Tað er ov seint, tá skaðin er hendir.

Ivan Holm, Hans Martin Hansen, Tórhallur Nolsø, Juul Margeir Jacobsen, Anfinn Nielsen og Sørin Jakobsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði