Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fýrverk á fjørðinum

SKRIVAÐ: Visit Runavík  |  18.12.2020 - 18:34 Mentan Tíðindaskriv

Eysturoyartunnilin verður leygardagin hátíðarhildin við einum braki á miðjum Skálafirði. Bátar, skrýddir við ljósperum, savnast á fjørðinum kl. 18:00 – nakrir teirra fara eisini at fylgja jólaskipinum úr Runavík. Afturúr sær hevur jólaskipið ein sleipaðan flaka, har alt hátíðarfýrverkið er savnað, - eftir ætlan verður alt brent av leygarkvøldið stutt eftir kl. 18:00.

Fyrireikararnir vóna, at fleiri bátar leggjast afturat. Til ber at lesa meira um tiltakið á www.visitrunavik.fo ella á facebookvanganum hjá Visit Runavík.

Tað eru Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna, sum skipa fyri fýrverkinum á Skálafjørðinum leygardagin.

Ætlanin hevur ongantíð verið, at dagurin, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp, bara skuldi fara framvið. Orsakað av íkomnu koronustøðuni vóru fleiri tiltøk fyriskipað, broytt og avlýst, - tó eru nýggj komin undan kavi.

Jólaskipið, jólamenn, jólaperur og jólaprýði seta sín dám á økið. Snotuliga Skótahúsið við Løkin fyrireikar jólacafé, har borðreitt verður við súpan og onkrum leskiligum omaná.

Handlarnir í økinum spíla seg út, og hava opið til kl. 22, so tað verður ómakaleyst at avgreiða allar jólagávurnar í Runavík tunnilsdagin.

Í Doktaragrundini í Heiðunum, nærindis Gulasteinsvegi og Heiðavegi, er ein forvitnislig jólaframsýning sett upp. Tríggjar hugnaligar smáttur, skrýddar við bommum, standa á grasfløtuni. Í einari av smáttunum ber til at keypa dónuts og kaffi.

Í Æðuvík er Jólabygdin opin frá 15-20. Til ber at vitja Jólacafé´ina “To Go” og at keypavørur frá Olafsdóttir.

Í Saltangará hava Hildarleir og Anette Sonne sett upp eina forvitnisliga søluframsýning í sýnisgluggunum nærindis Radiobúðini á Heiðavegi 52.

Kom og vitja okkum á Skálafjørðinum, nú Eysturoyartunnilin letur upp. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum