Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Komandi íverksetar

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  10.01.2021 - 09:00 Tíðindi Vinna

Mikudagin høvdu nakrir næmingar í 6. flokki fyrsta tíma teirra í íverksetan. Og hvar er betri at byrja tímarnar í íverksetan enn í Íverksetarahúsinum.

Næmingarnir vitjaðu og sóu umstøðurnar har, og Magni Thomsen, samskipari, helt ein áhugaverdan fyrilestur um íverksetan og íverksetarar í Føroyum fyri næmingunum. 

Á heimasíðu teirra sendur, at Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.

Høvuðsvirksemið hjá Íverksetarahúsinum er, at veita almenna og ókeypis ráðgeving til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan. Harumframt verður regluliga skipað fyri tiltøkum, skeiðum og øðrum útbúgvingarligum virksemi.

So, um tú einaferð í framtíðini ella skjótari enn tað ætlar tær at byrja egna fyritøku hevur tú eisini møguleika at fáa innivist í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi saman við øðrum íverksetarum og lesandi, sum eisini húsast í Íverksetarahúsinum.

Næmingar og lærari takkar Íverksetarahúsinum fyri eina áhugaverda vitjan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Lýsing