Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein røð av tænastum hjá AKVA Group eru raktar. | Mynd: ilaks.no

AKVA-konsernin fingið krav um loysipening eftir umfatandi virusálop

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.01.2021 - 13:38 Tíðindaskriv Tíðindi

Mánamorgunin bleiv tað alment, at framleiðarin av útgerð á Bryne í Noregi er rakt av einum umfatandi telduvirusálopi. Stjórin í AKVA-konsernini, Knut Nesse, sigur við Dagens Næringsliv, at talan er um eitt virus, har loysipeningur verður kravdur.

– Hetta minnir nógv um sakina frá Østre Toten-kommununi. Tey, sum hava álopið okkum, hava fingið fatur í okkara framleiðsludata, ERP-skipanina. Skipanin er blokerað, og eitt sokalla loysipeningavirus er sett inn í skipanina, sigur Knut Nesse eisini við Dagens Næringsliv.

Knut Nesse vil ikki siga, hvussu nógvur peningur verður kravdur, ella um konsernin fer at gjalda.

– Vit hava operatiónir í gongd í tíggju londum, og tænasturnar eru ymiskar. Summar virka, sum tær skulu, aðrar virka lutvíst, og so eru aðrar, sum als ikki virka. Tað er virksemið í Noregi, sum er harðast rakt, sigur hann.

Millum skipanirnar, sum eru raktar, er forritanarvøran Fishtalk, sum AKVA-konsernin veitir nógvum alarum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík