Lýsing
Lýsing
Mynd: if.fo

Klaksvíkingur verður hjálparvenjari hjá ÍF

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.01.2021 - 18:47 Ítrottur Tíðindi

Ein klaksvíkingur legst afturat í ÍF.

ÍF skrivar:

Hjálparvenjarin skrivað undir!
Vit kunnu í dag almannakunngera, at vit hava gjørt sáttmála við ein nýggjan hjálparvenjara.
Agnar Prestá (fyrr Frederiksen) kemur komandi árið at virka sum hjálparvenjari undir Ólavur Larsen. 28 ára gamli klaksvíkingurin er, hóast sín unga aldur, ein lutfalsliga royndur venjari. Venjarayrkið byrjaði longu í 2009, tá hann sum 16 ára gamal fór til verka. Her vandi hann ein árgang hjá KÍ, og fylgdi hesum árganginum líka til 2015 – her kann nevnast at U21 landsliðsleikarin Jonn Johannesen var partur av tí árganginum.
Í 2016 var hann hjálparvenjari undir Mikkjal Thomassen í KÍ, har hann var við til at fáa bæði Ólavur Niclasen og Steinbjørn Olsen, sum í ár koma at spæla í reyðum, á fremsta liðið hjá KÍ. Í 2018 var hann við til at skipa fyri yvirornaðari meirvenjing og venjing hjá fleiri árgangum í KÍ. Agnar hevur eisini roynt seg uttanlands, tí í 2019 og 2020 var hann knýttur at “elite” venjaratoyminum hjá KB, sum hevur tilknýtið til danska stórfelagið FCK. Tá korona rakti, kom Agnar heim aftur, og tók við U17 liðnum hjá KÍ, sum eisini vann steypakappingina í fjør.
Útyvir nógvar praktiskar venjararoyndir, so hevur Agnar eisini virkað sum ítróttarjournalistur hjá Portal.fo, og hevur eisini virkað sum viðmerkjari og serfrøðingur hjá Kringvarpinum, R7 og Televarpinum. Vit meta tí, at vit hava funnið rætta mannin at hjálpa Ólavur, og vit síggja fram til at fáa Agnar í toymið, sum skal bera ÍF fram á leið. Hetta verður so aðru ferð, at Agnar skal royna seg sum hjálparvenjari í fremstu deildini, og hann sær fram til uppgávuna:
- Eg eri ógvuliga fegin um at hava fingið hendan møguleikan. Samtalurnar við Ólav hava verið góðar, og projektið tykist at vera spennandi. Eg havi seinastu árini havt spennandi uppgávur í ungdómsfótbóltinum, og haldi, tíðin er tann rætta at taka stigið upp. Gleði meg at koma í gongd við arbeiðið og royna at vera við til at flyta ÍF víðari, sigur Agnar í stuttari viðmerking í dag.
Spurdur, hví valið fall á júst Agnar, sigur høvuðsvenjarin: Fyri meg er samansetingin av venjaratoyminum ómetaliga umráðandi, og eri ótrúliga væl nøgdur við tað sum vit hava sett saman, men tað manglar sjálvsagt ein hjálparvenjari, sum veruliga kann flyta okkum frameftir og taka fatur á detaljur, sum kunnu betra liðið og felagið.
Tað sum vit hava leita eftir er, ein ungur og ágrýtin venjari, sum veruliga hevur áhuga og dirvi at takast við fótbólt, sum kann koma við nýggjum eygum og samstundis taka ábyrgd. Agnar hevur eitt sera gott høvd og setur flugubein við alt tað eg ynski av eini høgru hond, tí var ikki tað ikki so torført at velja og eri sera takksamur fyri at hann valdi at taka av tilboðnum frá ÍF, sigur Ólavur Larsen at enda.
Vit ynskja Agnar hjartaliga vælkomnan til ÍF og Fuglafjarðar.
Koyr á, ÍF!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin