Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu kunnu vit hava ávirkan?

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  25.01.2021 - 16:35 Mentan Tíðindi

Í 5. flokki hava næmingarnir íverksetan, og í desembur varð arbeitt við eini lítlari verkætlan, har næmingarnir ferðaðust runt í býnum og skuldu hugleiða um, hvussu Klaksvík - eftir teirra fatan og ynskjum - skal vera í jólamánaðinum.

Út frá teimum hugsanunum skuldu tey gera nakrar realistiskar tekningar (t.d. býarætlan) við útdýpandi frágreiðingum, har tey við egnum orðum skuldu greiða frá teirra hugsanum. Endamálið við verkætlanini var at vísa á, at vit øll kunnu hava ávirkan á okkara nærumhvørvi.

Til løtuna við framløgum bjóðaðu tey Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslim, á vitjan við tí vón, at hann arbeiðir, kanska saman við næningunum, víðari við hugskotunum úr verkætlanini hjá næmingunum.

Við hesum vóna tey at hava ávirkan. Í framløgunum komu tey m.a. inn á:

At skipa fyri einum jólatoki, sum kann koyra runt í býnum og selja heitt kakao, smores, vaflur, glaseraði súrepli o.a.

At gera Akursbø til eitt hugnaligt øki, har barnafamiljur kundu vitjað smáttur, bálstøð, jólabýir, jólaverkstøð o.s.fr. Hetta er eitt vakurt grønt øki, sum liggur mitt í býnum, og sum kundi verið brúkt munandi betri, bæði fyri at fríðka um og fyri at skapa betri trivnað, søgdu tey.

Tey hildu, at tað var spell, at bara eitt jólatræ er í býnum. Tey vístu á fleiri øki í íbúðarøkjunum, har smærri jólatræ kundu verið sett upp og pyntaði við perum.

Tey tosaðu eisini um týdningin av endurnýtslu. M.a. hildu tey, at eitt stórt jólatræ kundi staðið onkrastaðni, har fólk í býnum kundu hongt jólapynt, sum tey ikki longur brúka, á. Hetta kundi verið við til at skapa eina felags jólakenslu, hildu tey.

Tey hildu eisini, at býraðið kundi skipað fyri eini kapping, har øll hús og allir stovnar kappaðust um at hava vakrast/stuttligast/mest øðrvísi/mest nýskapandi pyntaða hús og útiumhvørvi rundan húsini.

At viðarlundin úti í Grøv hevði riggað ordiliga væl sum eitt ævintýraland, har øll trøini, gøturnar, áin o.s.fr. vórðu pyntaði ordiliga nógv.

Annars tosaðu tey um nissubýir, sølubúðir, kavakríggj millum grannaløg, konsertir og annað.

Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, lurtaði hugagóður og fekk øll hugskotini handaði frá næmingunum saman við frágreiðingum og tekningum av tí, sum næmingarnar hava arbeitt við. Alt tilfarið fer Eyðstein at taka við sær til næsta býráðsfund, segði hann.

Soleiðis kunnu vit øll gera okkara ávirkan galdandi - eisini í tí smáa!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…