Lýsing
Lýsing
Lýsing
Soleiðis sær luftin vanliga út, tá ið eitt hátrýst er nær Føroyum. Klárt ella sólglottar, nøkur høg skýggj og so okkurt tjúkt skýggj við kavaælingi. Nakað soleiðis fer loftið at síggja út 2-3 dagar afturat. | Mynd: Tórður Steinberg

Veðrið í vikuni, sum kemur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.02.2021 - 20:20 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið kalt og kavi meginpartin av tí, sum er farið av 2021. Skiftandi veður tær fyrstu 2-3 vikurnar, tó at køld høgætt var meginpartin av tiðini.

Síðan 20. januar hevur høgættin hevur ligið støðugt. Fyrstu 10 dagarnar ímillum útnyrðing og norðan; síðani tá av landnyrðingi ella eystri.

Hesar seinastu næstan 3 vikurnar hevur eitt hátrýst ligið norðan fyri Føroyar og hevur sent kalda luft til okkara. Viðhvørt varð spátt, at broyting fór at verða í veðrinum, men teir spádómarnir hildu ikki.

Nú er aftur spátt, at hátrýstið fer at flyta seg vestureftur, burtur frá Føroyum, og veðrið her hjá okkum fer at skifta. Ætlandi fara vit at merkja hetta mikunátt ella -morgun. Men til ta tíð, so fer kuldin at liggja í kaldari eysturætt.

Skiftið í ættini fer eftir øllum at døma ikki at hava við sær nakra skjóta broyting í hitalagnum. Tað fara at ganga ein vika ella so, áðrenn hitin er komin upp í 7-8 stig.

Veðrið í vikuni, sum kemur – dag fyri dag:

Í morgin – mánadag – 8 til 12 m/s av eystri, men minkandi út á dagin. Um kvøldið minni enn 5 m/s. Skýggjað men eisini sólglottar og okkurt kavaælið. Hitin í morgin fer at liggja um 3-4 stig.

Týsdagin lítil vindur av eystri ella høgum eystri um náttina og morgunin, minni enn 3 m/s, men út á fyrrapartin veksandi eitt sindur, upp í 5 til 10 m/s. Seinnapartin fer vindurin at minka, og á midnátt er næstan stilli, 1-2 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, og hitin fer at liggja um 2-4 stig.

Mikunáttina fer ættin niður í landsynning og út á fyrrapartin niður í sunnan. Lítil vindur mikudagin, um 3 til 8 m/s. Skýggjað men eisini sólglottar og okkurt hendinga kavaælið. Hitin fer at liggja um 2-3 stig.

Hósdagin er eitt sindur meiri vindur av suðuri ella eysturhallari suðurætt. Hann fer at veksa úr 8 til 13 m/s á morgni upp í 13 til 18 m/s um kvøldið. Skýggjað, men eisini sólglottar og okkurt kavaælið. Hitin fer at liggja um 3-4 stig.

Fríggjadagin landsynningur-sunnan, 13 til 18 m/s allan dagin. Skýggja og ælaveður við vátakava ella kava, og hitin fer at liggja um 3-4 stig.

Leygardagin sunnan, 10 til 15 m/s. Skýggjað fyri tað mesta og ælaveður við regni ella kava. Hitin fer at liggja um 4-5 stig.

Sunnudagin 10 til 15 m/s av suðuri. Skýggjað fyrrapartin, men klárt seinnapartin. Einki avfall, og hitin fer at liggja um 5-6 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum