Flemming & Vinmenn geva í dag 2 nýggj løg út
Tá eg møtti tær” Randarsól Kristiansdóttir hevur skrivað orð og lag – og ”Barna sinn” Kemm Poulsen hevur skrivað orð og Flemming Petersen hevur gjørt lagið. Upptøkur og framleiðslað hava Flemming og Benjamin gjørt í heimastudio hjá Flemming – Studio Vangberg – í Syðrugøtu, tó er bassurin inspældur í heimastudio hjá Mikkjal í Hoyvík.
Manningin á upptøkunum er hendan:
Flemming Petersen, sang, kór, guitar, trummuforritan, ljóðblandan og mastring
Randarsól Kristiansdóttir, sang og kór
Benjamin Petersen, guitar, ljóðbland og mastring
Mikkjal Joensen, bass
Magni Husgarð, Rhodes & Hammond
Ein stór tøkk til Niclas Johannesen fyri góða vegleiðing.
Um tilgongdina til hesar sangirnir siga Flemming og Randarsól: “Tá eg møtti tær”:
Sangurin “ Tá eg møtti tær” varð gjørdur fyri nógvum árum síðani, og tekur støði í einum parið, har annar var hart raktur av demenssjúku. Maðurin, ið vitjaði sjúku konu sína dagliga, gjørdist sum tíðin fór, sera keddur av, at demensrakta kona hansara, ikki tyktist at kenna hann longur. Ein dagin vit tosaðu um hetta, gjørdi eg vart við, at eingi onnur vitjandi blivu móttikin við tí eygnabrá, ið møtti hesum manninum tá hann kom á vitjan, og at vit, ið vóru um konu hansara, ongantíð vóru í iva um, at hon kendi hann.
Í samband við at eg og Flemming vórðu biðin um at syngja til eitt tiltak sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í 2019, varð hesin sangurin funnin fram aftur. Flemming setti sær fyri, at sangurin skuldi spælast inn, er hann nú endiliga komin á mál, við tí hann setti sær fyri.
“Barna sinn”:
Sangurin “ Barna sinn” er samstarv millum svágrarnar Flemming Petersen og Kemm Poulsen. Fleiri aðrir tekstir hjá Kemm hava verði umvegis Flemming, tó uttan at nakað endaligt úrslit spurdist burturúr hesum. Ein dagin Flemming og Kemm tosaðu um teirra uppvøkstur, og um hvussu ymiskar umstøður børn fáa at veksa upp í, um foreldur ið á ymiskan hátt svíkja, og um treytaleysan kærleika, sigur Flemming “Kemm, tú kann gera mær ein tekst um børn sum ikki hava tað gott “. Sama kvøld sendi Kemm honum tekstin “ Barna sinn”.
Uttan góða hjálp frá dugnaligum tónleikarum og góðum vinum, var verkætlanin neyvan komin á mál. Teir hava verði við til at gjørt tilgongdina til eina lívsjáttandi, og læruríka uppliving, sum vit vóna áhoyrarin somuleiðis eisini fær gleði av.