Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF (Skíggjamynd)

Team Klaksvík misti trygga leiðslu í Kollafirði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.03.2021 - 22:18 Ítrottur Tíðindi

Team Klaksvík sá út til at fáa ein sigur í Kollafirði, tá liðið førdi við sjey málum í seinna hálvleiki. Men móti endanum gekk alt galið.

KÍF hevði leiðsluna fyrsta partin av dystinum, men um miðjan fyrra hálvleik vendi dysturin eftir eitt time out hjá KÍF. Team Klaksvík fekk leiðsluna og økti um hana fyrsta partin av seinna hálvleiki. Málverjin David Heinigman vísti stórspæl hendan partin av dystinum. Men móti endanum av dystinum vendist alt. Tá 12 minuttir vóru eftir var Team Klaksvík á odda við seks málum, 28-22. Endin var, at KÍF í síðsta minutti fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki kom uppá javnt, meðan Team Klaksvík brendi í síðsta álopinum.

Tað endaði 31-31 og tað ger, at Team Klaksvík ikki hevur serliga góðan møguleika at enda í topp 4, har KÍF er tvey stig frammanfyri og hevur ein dyst fleiri eftir.

Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 10, Vuk Stevanovic 7, Beinir Johannesen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 4, Dánjal Kjærbo 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Kjartan á Gravarbø og Jens Pauli Mohr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…