Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðurøkið hektað av

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna  |  04.03.2021 - 11:06 Politikkur Tíðindaskriv

Tað var eitt vónbrot at síggja endurskoðaðu ferðaætlanina hjá SSL, nú tey hava eftirmett farleiðina millum Klaksvík og Tórshavn.

Tað gevur lítla meining at binda landið saman, um endamálið ikki er, at fólkið skal fáa gleði av íløgunum í infrakervið. Hetta sær ikki út til at vera ætlanin við nýggju ferðaætlanini hjá SSL úr Klaksvík til Havnar.

Ferðaætlanin er skipað soleiðis, at Leið 400 aftur koyrir gomlu farleiðina til Havnar gjøgnum Sundalagið. Alt gott um tað, tí tað er gott fyri tey, ið búgva har á leiðini, og sum nærum mistu sambandið til Havnar, nú Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu.

Fyri tey, ið búgva í Norðurøkinum verður ein snarbussur, Leið 401, settur inn, soleiðis at tú kanst fara til Havnar eina ferð um dagin og norður aftur eina ferð sama dag gjøgnum tunnilin. Hetta er gott fyri tey, ið arbeiða í Havn frá kl 08.00 til kl 16.

Eg haldi tó, at tað er eitt stórt afturstig fyri øll onnur, ið hava brúk fyri bussi at koma til Havnar, aðrar tíðir á degnum. Tað ber altíð til at koyra í privatbili, men eg helt at SSL var til fyri at eggja fólki at brúka kollektivu ferðsluna, heldur enn at fylla vegirnar við privatbilum, ið ikki er gott fyri umhvørvið. Vónandi er tað ikki ætlanin, at vit skulu velja almenna ferðasambandið frá.

Tað eigur at bera til at búgva í einum parti av landinum og arbeiða aðrastaðni, uttan at tað skal vera neyðugt at fylla vegirnar við privatbilum, ið bæði slíta vegirnar og fara illa við umhvørvinum.

Vit hava gjørt risastórar íløgur í vegakervið fyri at binda landið saman. Hetta eru íløgur, ið vit øll so ella so eru við til at gjalda, og tí skuldu vit helst eisini havt møguleika at fáa gagn av teimum.

Vónandi verður hetta uppskotið til ferðaætlan tillagað soleiðis, at eisini tey, ið búgva í norður og eysturøkinum í Føroyum, fáa møguleikan at nýta tryggastu og skjótastu farleiðina til og frá arbeiði.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað er lætt at brúka pengar, og at lyfta…
Bókaklubbadagur í Klaksvík 21. mars
Sirið og Mercedis vitja Norðlýsið í dag
Airbnb, summar­hús, langtíðarleiða er ok
Vegskattu­rin eigur at gagna lands­vegu­num…
Vit mugu gera alt fyri at tálma innflutn…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
Lýsing