Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Páskaveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.04.2021 - 10:04 Tíðindi Veðrið

Næstu 5 dagarnar fer veðrið at vísa seg frá ymsum síðum. Vit fara at síggja næstan alt. Vindferð úr einum lítlum loti og upp í hvassan storm - ættirnar fara runt næstan alla kumpassina. Skýloftið fer at vera alt úr sólglottum, skýggjað til regn og kava.

Í dag er skírhósdagur. Vindferðin er 8 til 13 m/s av høgum vestri í morgun. Sum dagurin gongur, fer vindurin at minka, og ættin fer at krúpa seg upp ímóti norði. Í flestu støðum kring landið sól ella sólglottar, men onkrasteðs skýggjað. Sum altíð, so er tað hvussu góð ella ikki ættin er á staðnum. 

Hitin í dag fer at liggja um 6 til 8 stig. 

Fyrrapartin í morgin - langa fríggjadag - er bert eitt lítið lot av norði, undir 5 m/s. Um middagsleitið fer ættin niðuraftur ímóti vestri, og út á seinnapartin fer vindur at veksa eitt sindur. Á midnátt eru 5 til 10 m/s. Loftið í morgin verður nakað tað sama sum í dag, og hitin fer at liggja um 6 til 8 stig. 

Leygardagin - páskaaftan - fer hann at liggja av vestri allan dagin. Vindferðin fer at liggja um 8 til 12 m/s. Um kvøldið veksur hann eitt sindur; á midnátt eru 13 til 18 m/s. Hetta er hvassur vindur ella skrið. 

Páskamorgun fer ættin úr vestri og upp í útnyrðing-norðan, og vindur veksur upp í 15 til 20 m/s. Skrið. Soleiðis sum viðurskiftini eru í løtuni, so verður hetta seint fyrrapartin ella um middagsleitið. Hann fer at veksa aftur út á kvøldið - helst eftir klokkan 21. Á midnátt er 20 til 25 m/s. Tað er stormur í miðalvindi. 

Hitalagið fer at fella brádliga seint páskamorgun, tá ið ættin fer upp í útnyrðing-norðan - úr 6 stigum niður í frostmarkið ella niðurum. Tað fer at regna úr einari kuldabrúgv eina góða løtu páskamorgun. Á middegi fer at kava, og eftir tað og restina av degnum eru kavaæl.

Annan páskadag fer ættin at liggja um útnyrðing-norðan allan dagin. Vindferðin verður jøvn mestsum allan dagin, um 18 til 23 m/s. Saman við hesum kunnu vit vænta okkum kavaæl allan dagin. Hitin fer at liggja um frostmarkið.

E.S. Samanborið við forsagnirnar, ið gjørdar vórðu í gjár og fyrradagin, so er broddurin tikin av vindinum - t.e. miðalvindurin fyri landið fer ikki upp um 25 m/s - og mesti vindurin er eftir midnátt annan páskadag. Ikki óvanligt, at veðurvánirnar broytast, tá ið lágtrýst eru so nær.

Enn eru nakrir dagar til páskar, so enn kann tað broytast - báðar vegir.  

Gevið gætur, at talan er um miðalvindferð og ikki um vindferð í hvirlunum.

 

     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torra-Konsert í Varpinum
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Stórur dagur á TSK
Bankatoskur á Torradøgum!
Grundtvig á Torradøgunum
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
Lýsing