Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Einki vár við lýggjum vindi - enn

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.04.2021 - 10:47 Tíðindi Veðrið

Vit fara neyvan at sleppa av við høgættina og kuldan í bræði. Køld luft av leiðunum við Norðureysturgrønland fer at reka ímóti okkum restina av vikuni og í næstu viku eisini.

Okkurt lítið avbrot verður tó.

Síðan páskamorgun hevur køld luft rikið ímóti okkum norðanífrá. Yvir Grønlandi er eitt hátrýst við nógvari kaldari luft. Motorurin, ið hevur sent ta køldu luftina ímóti okkum, er eitt lágtrýst yvir Norðurnorra. So leingi hesi bæði standa í stað - ella næstan í stað - fer tað at vera kalt í Føroyum.  

Hyggjandi eftir veðrinum í morgun og forsagnum fyri vikuna, ið kemur, og fyri næstu viku, so er tað hetta mystrið, vit kunnu vænta okkum næstu 10 - 14 dagarnar.

Okkurt undantak fer at vera. Seinnapartin mikudagin og hósmorgun fer at verða lágætt og fitt av avfalli.

Fekk eitt veðurtekn í telefonsamrøðu við Peturi Hans Dahl, veðurmann, í vikuskiftinum:

Tá ið høgætt hevur ligið í nakrar dagar, og hon verður avbrotin av táningi (toybili), serliga av landsynningi - og kemur høgættin so aftur, verður hon liggjandi leingi.

Hetta veðurteknið kunnu vit so royna, um tað fer at passa hesuferð.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…