Lýsing
Lýsing

Ísfiskaveiða og flakavinna í Løkshøll

SKRIVAÐ: Thormund Johannesen  |  28.04.2021 - 08:21 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Lurtaði á netinum eftir fundi í Løkshøll mikukvøldið í seinastu viku um fiskivinnu á heimaleiðunum. Ein sera áhugaverdur og sakligur fundur, hóast politiska luttøku.

Haldi, at nógv av tí, sum bleiv borið fram á fundinum, bar boð um, hvussu út av lagi vánaliga okkara fiskiskapur á landleiðini hevur verið stýrdur, síðani fiskimarksútflytingarnar fyri fimti árum síðan.

Tey fyrstu 20 árini eftir fiskimarksútflytingarnar var eingin stýring av fiskiskapinum yvirhøvur. Hóast fremsti ráðgevin hjá landsstýrinum tá, Árni Olafson, mælti til tilfeingisgjald fyri at avmarka flota og veiðitrýst, gjørdu politikararnir beint tað øvuta og grýttu vinnuna undir í stuðli. Umfordeiling av virðum, sum tað so pent æt, og onkrir politikarar meintu enntá, at stuðul fór altíð at vera neyðugur til tess at fáa fiskin upp úr sjónum, og síðani skuldu virðini skapast. Tað kundi sjálvandi ikki ganga annarleiðis enn, at landið í hálvfemsunum fór á heysin.

Síðani bleiv skrúvað fyri peningarenslinum og kvotuavmarkingar settar á fiskivinnuna. Hetta bleiv tó skjótt broytt til eina serføroyska fiskivinnuskipan, sum í høvuðsheitum byggir á tvinnar grundreglur:

·       Avmarking í veiðukapasiteti – fiskidagaskipanin

·       Avmarking í veiðuøkjum – friðingar á landleiðini

Men hvussu hevur henda serføroyska fiskivinnuskipanin so roynst, nú nøkur áratíggju eru liðin?

Stjórin á Faroe Origen hevði eina áhugaverda framløgu, hvørs høvuðsniðurstøða var, at vit seinastu tíggju árini hava fiska so nógv minni av upsa í mun til tað ICES tilmælir, at tað svarar til eitt virði uppá eina milliard krónur.

Men hví fiska vit minni enn tað ICES mælir til?

Eg vil halda uppá, at tað kemst av, at okkara fiskivinnuskipan byggir á effektivitetsavmarkingar, bæði í veiðuorku og á veiðuøkjum. Forðingar kunnu vit eisini kalla tað, fyri at fiskivinnan ikki skal orka ella hava møguleika at fiska ov nógv og harvið ganga stovnunum ov nær. Hesar forðingar í fiskivinnuskipanini gera tað trupult ella rættari sagt ómøguligt hjá vinnuni at fáa ein lønandi rakstur, og tí verður ofta, tá ið samanum kemur, fiskað minni, enn tað fiskifrøðin hevur tilmælt.

Um vit hugsa okkum, at vit í staðin fyri serføroysku fiskivinnuskipanina við avmarkingum á veiðuorku og øki, høvdu eina kvotuskipan, uttan aðrar avmarkingar, so hevði helst sæð annarleiðis út.

Tað milliardavirði av upsa, sum nú ikki er fiskað, hevði verið fiskað, og harumframt hevði samlaða nøgdin verið fiskað á ein nógv effektivari hátt, tí skipini vóru ikki avmarkaði í veiðuorku.

Eg havi sagt tað fyrr, og sigi tað aftur. Lat fiskivinnuna á heimaleiðunum hava so stóra veiðuorku og so fríar ræsir, sum hon sjálv vil, tí effektivitetur niðurfiskar ongar stovnar. Tað er harafturímóti tann fiskaða nøgdin, ið kann niðurfiska stovnarnar, og tí skal hon og bara hon avmarkast. Og tað gerst einans við kvotum.

At skipini so fara at fiska smáfisk í stórum nøgdum, taka tað størsta burturúr, og tveita meginpartin aftur í havið, trúgvi eg onki uppá. Men har kunnu skipararnir rætta meg, um teir meina nakað annað.

Eg veit, at sjómaður er ongantíð ráðaleysur, og at skipararnir skjótt høvdu funnið út av, hvussu teir skuldu fingið hendur á fiskinum, uttan at taka ov nógv av smáum, um teir sjálvir sluppu at ráða fyri hvussu.

Politikarar eiga bara at áseta kvotur og hava eftirlit við, at avmarkingar viðvíkjandi nøgd og smáfiski verða hildnar.

Men tað er nú einaferð so, at “af skade bliver man klog”, og ikki fyrr enn skaðin er hendur blíva vit klók.

Tað tók nærum hálva øld hjá politikarum at skilja ráðini hjá Árna Olafsyni viðvíkjandi tilfeingisgjaldi, og kanska fer ein hálv øld eisini at ganga, áðrenn politikarar skilja ráðini um kvotuavmarkingar, sum vóru givnar fyri eini fjórðingsøld síðan. Men sum sagt, skaðin má fyrst verða eyðsýndur, áðrenn vit gerast klók.

 

Thormund Johannesen

Skipsførari og skipsverkfrøðingur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…