Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: KÍ-HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.04.2021 - 09:32 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld verður toppdystur í Klaksvík.

Gamli klassikarin er hesaferð eins og í gomlum døgum ein dystur millum nr. 1 og 2. Liðini hava síðstu árini í tíðarskeiðum kappast í toppinum, men ongantíð hava bæði enda í topp 2 samstundis.

Hesaferð er KÍ fimm stig frammanfyri undan dystinum. Hjá KÍ eru skaðar, sum raka hópin í løtuni. Seinast vóru Deni Pavlovic, Daniel Bjørkman og Bob Sumareh ikki tøkir vegna skaðar. Teir vera neyvan allir tøkir hesaferð heldur. Síðani er spenningur um málmansplássið, tí Mathias Rosenørn vardi málið móti ÍF í sínum fyrsta dysti hetta kappingarárið. Árni Frederiksberg fór út í hálvleikinum móti ÍF, men hann er tøkur.

Hjá HB hava Mads Mikkelsen og Jákup Thomsen ikki verið við síðstu tíðina. Hinvegin er Sunday Odeh nú tøkur eftir, at hann hevur fingið leikaraloyvini uppá pláss.

 


Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.00. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…