Lýsing
Lýsing
Lýsing

SNP ein sess frá reinum meiriluta, men vinnur valið sannførandi

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  09.05.2021 - 00:01 Politikkur Tíðindi

Tjóðartingsval til Skotska parlamentið var hósdagin, men ikki fyrr enn í dag fáa skotar ábending um, hvussu valúrslitið háttar sær.

Scottish National Party, eisini kallað SNP, vinnur 64 sessir í tjóðartinginum. Hetta merkir samstundis, at teir bert eru ein sess frá at fáa reinan meiriluta. 

Hetta kann lesast á heimasíðuni hjá BBC har yvirlit eisini er yvir øll úrslitini frá tjóðartingsvalinum.

Leiðarin fyri SNP, Nicola Sturgeon, fegnast um góða úrslitið, ið hon kallar fyri søguligt. Hóast flokkur hennara ikki hevur reinan meiriluta, so hava tey tryggjað sær leiðsluna av landinum komandi árini. Flokkurin, Green, ið eisini er ein loysingarflokkur, hevur eisini havt framgongd, og alt annað líka, verða tað hesir flokkar, ið fara at stýra framyvir.

 

Scottish National Party 64 +1
Conservative 31 0
Labour 22 -2
Green 8 +2
Liberal Democrat 4 -1

 

Við føroyskum eygum er tað eisini áhugavert at hyggja eftir flokkinum hjá Alex Salmond, ið fyrr var floksleiðari fyri SNP. Hann er væl kendur millum føroyskar politikkarar, men síðani hann meldaði seg úr flokkinum, ið hann hevði stýrt í longri tíð, valdi hann at gera eina roynd við nýggja flokkinum "ALBA". Hóast hesin flokkurin var meiri nationalistiskur, tjóðskaparsinnaður og konservativur enn SNP, so staðfestir valúrslitið at flokkurin ikki fekk nokk atkvøður til at náa tinggáttuni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…