Tvær samkomur verða ein
Soli Deo Gloria og Karis eru tvær karismatiskar samkomur í Klaksvík, sum liggja tætt at hvørjum øðrum og hava somu kjarnuvirði. Í eina tíð hava samkomurnar verið í eini tilgongd at gerast ein samkoma.
Við eini sameining meta vit, at samkoman verður meir dynamisk. Fleiri aldursbólkar verða umboðaðir og spjaðingin geografiskt verður eisini meir fjølbroytt. Meðan Karis hevur styrkir innan bøn og trúðboðan, hevur Soli Deo Gloria tónleik, felagskap og ríkt initiativ.
Sameiningin savnar orkuna á einum staði. Hetta førir við sær, at samkoman kann náa nærumhvørvinum á ein annan hátt. Endamálið hjá samkomuni er, at náa Norðoyggjum við Guds kærleika og friði.
Leisturin fyri sameiningina verður, at samkoman Karis leggur sítt virksemi undir Soli Deo Gloria. Navnið Soli Deo Gloria, hølið á Klaksvíksvegi 56 og leiðslan í Soli Deo Gloria verður tann sama. Hetta ber til, tí fyri 12 árum síðani fór ein sáttargerð fram millum tey, sum valdu at fara úr Soli Deo Gloria, og tey, sum vóru eftir. Man valdi at góðtaka, at tað nú vóru tvær samkomur, og vælsignaði hvør annan í tí verkinum, sum man stóð í.
Tó vildi Gud meira. Ein longsul eftir einleika er vaksin í samkomunum síðani sáttargerðina. Við sameiningini verður sáttargerðin fullførd.