Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hví ikki veiða smáan upsa og hví brúka rist?

SKRIVAÐ: Jógvan P. Hammer & Kjartan Larsen  |  30.05.2021 - 17:14 Lesarabrøv Vinna

Grundleggjandi eigur øll fyrisiting at taka støði í sakligum atlitum. Et tað sakligt at áleggja føroyskum fiskiførum ikki at veiða smáan upsa (minni enn 55 cm), meðan høvuðsveiðan hjá fiskiførum í londum uttanum okkum er veiða av upsa niður í 35 - 45 cm?

Uppisjóvarfiskasløgini makrelur, sild og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, t.v.s. fiskastovnar, sum ferðast víða og gjøgnum sjóøki hjá fleiri londum.

Fiskiskapur eftir hesum fiskasløgum er við tíðini vorðin skipaður við strandalandaavtalum, har londini semjast um, hvussu heildarkvotan av einstaka fiskaslagnum verður býtt. Londini skipa hereftir egnan fiskiskap innanfyri karmarnar av tillutaðu kvotuni.

Upsi, sum gongur í torvum og (skjalfast) ferðast nógv, verður hinvegin ikki roknaður fyri at vera ein ferðandi fiskastovnur samanborið við makrel, sild og svartkjaft, hetta hóast at veiða eftir upsa í norðuratlandshavi verður roknað at vera úr einum og sama stovni.

Í føroyska upsafiskiskapinum síggja vit aftur og aftur, at heilir árgangir (miðalstórur upsi) ikki sæst aftur í veiðuni – vit sum veiða upsa spyrja okkum sjálvar: hvar er upsin? Kann tað hugsast, at onnur veiða henda upsa, tí han er farin á ferð í fremmandan sjógv?

Tað er eyðsæð, at um upsin ferðast tvørtur um sjómørk og at øll lond í Norðuratlandshavi í roynd og veru veiða úr einum og sama stovni, so er tað ikki líkamikið um upsafiskiskapurin er yvirordnað skipaður ella ikki.

Tað er eins eyðsæð, at við hesi fyritreyt, so eru tað øll onnur enn føroyingar (reiðarí, manningar, virkir og samfelag), sum fáa vinning burturúr, at føroyingar áseta sært sjálvum treytir í upsafiskiskapi, sum londini uttan um okkum ikki gera?

Við ætlaða kravinum um rist í troli í upsafiskiskapinum í føroyskum sjógvi verður lagt upp til, at smái upsin umvegis rist skal skiljast frá beinanvegin, t.v.s. at reiðarí, manningar, virkir og samfelag ikki skulu hava ágóðan av at veiða og víðarivirka smáan upsa úr føroyskum sjógvi.

Soleiðis sum upsafiskiskapurin hevur háttað sær seinastu árini, so er tað okkara greiða fatan, at um vit gevast at fiska smáa upsan, so verður tað endin á føroyskari upsaveiðu, sum vit kenna hana.

 

Spurningurin er um myndugleikin hevur gjørt sær greitt:

1.     Hvussu stór virðir talan er um, sum nú ikki skulu koma til høldar í Føroyum?

2.     Við hvørjum endamáli hetta verður gjørt?

3.     Um inntrivið við rist hevur ætlaða virknaðin?

4.     At inntrivið ikki bert gagnar londunum uttanum okkum?

 

Nøkur fakta:

Minstamát á upsa, ið kann veiðast:

-       Í føroyskum sjógvi: 55 cm

-       Í Norðsjónum: 40 cm

-       Norðan fyri 62 gr. (norskur sjógvur): 45 cm.

-       Norðan fyri 62 gr (lokalt í norskum sjógvi): 35 cm

Minst loyvd meskastødd:

-       Í føroyskum sjógvi: 135 mm

-       Í Norðsjónum: 100 mm

-       Norðan fyri 62 gr.: 120 mm

-       Norðan fyri 64 gr. 30’: 140 mm

 

Er yvirhøvur talan um saklig atlit, tá ið Føroyar (sum einasta land) hevur ásett minstamál á upsa til 55 cm, og er talan um saklig atlit at skilja smáan upsa frá við rist, tá ið smáur upsi undir 55 cm í stóran mun er høvuðsveiða hjá londunum uttanum okkum?

 

Jógvan Páll Hammer (skipari á Mtr. Falkur)

Kjartan Larsen (skipari á Mtr. Heykur)

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis