Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Hevur fiskimálaráðharrin vinir í Kreml?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  07.06.2021 - 15:31 Bloggur Politikkur Vinna

Føroyski fiskimálaráðharrin sigur seg bara hava gott at bera russum, og tí sær hann onga orsøk til at óttast fyri Russlandi. Men um so er, at hann hevur vinir á hægsta staði í Kreml, so er hann helst tann einasti. Tí Putin hevur bara vinir, so leingi hann hevur brúk fyri teimum – hann smæðist ikki fyri at beina fyri teimum, hann ikki longur hevur brúk fyri.

Vit eru øll samd um, at russar eru ikki øðrvísi enn onnur menniskjum hvørki verri ella betri. Eg hevði í mong ár russiskan klaverleikara í Samuelskirkjuni, og tað gekk uppá stás, somuleiðis hevði eg russiskan organist í Hans Egede kirkju, og eisini hon var framúrskarandi.

Men í Ruslandi er bara ein meining galdandi, og tað er tað, sum Putin meinar – hini skulu bara tiga og samtykkja. Kannska eru hesi tíðindini ikki rokkin til Suðuroyar – í øllum førum ikki til fiskimálaráðharran, ið ikki er av somu fatan sum stóru vestligu fjølmiðlarnir, The Economist og New Statesman íroknað, sum meta, at Putin er ein vandamikil einaræðisharri, og at neyðugt er at eygleiða hannsara alsamt vaksandi hernaðardubbing, landtøkur og møguligu systematisku álop á telduskipanir i øðrum londum.

Men tað kann vera, at tá ein er ein stórur fiskur í einum lítlum hyli, so sær heimurin ørvísi út. Sum sýslumaður í Suðuroy við yvir fýra túsund sálum, kann ein kanska kenna seg, ikki bara sum ”lovens lange arm”, men eisini sum ókrýndan kong og betri vitandi, hvørs orð og meining eru lóg. Um tað er so, veit eg sjálvandi ikki, men soleiðis tykist hann stundum at trína framm í fjølmiðulunum. Mær vitandi ber eisini til at síggja BBC, CNN, Sky News og enntá Fox News (amerikanska fólkaflokksrásin!) í Suðuroy, um ein hevur røttu útgerðina.

Men hóast Fólkaflokkurin er á tremur av sámuligum og rímiligum føroyingum, so hava tað eisini í sama flokki gjøgnum árini verið røddir, ið minna um onkrar óhugnaligar røddir og rák úti í heimi, ið lukta av diktatoriskum tendensum, og sum føroyingar flest vónandi ikki vilja kennast við.

Eg minnist frá míni Sandoyartíð, at eg sat bergtikin og lurtaði eftir eldri skopuningum, sum søgdu frá valorrustum undir seinna heimsbardaga, tá fólkaflokksmenn mannaðu lastbilar við alvápnaðum fólki við hvalváknum og sóknaronglum, og koyrdu bygd úr bygd í oynni – serliga varð sagt frá einum fundi í Skálavík. Mín reaktión tá var, at hettar mátti vera skrøgg! Tí eg kendi bara hampa fólkaflokksfólk í Klaksvík, sum aldrin kundu funnið uppá slíkt.

Men heimafturkomin til Føroyar seint í áttatiárunum noyddist eg, sum blaðtjóri, at viðganga fyri mær sjálvum, at Fólkaflokkurin góðtók at leiðslan á blaðnum hjá flokkinum stundum bar fram sjónarmið, sum mintu dekan ov nógv um tey mest víðgongdu høgravendu sjónarmiðini í vesturheiminum, og stjórnarleiðarar ið umboðaðu ræðsluregimir! Blaðið var kanska ikki eyðkent fyri fólkaflokksveljarar sum eina heild – men flokkurin mótmælti ikki víðgangandi sjónarmiðunum. Og tí kann ein kanska í allari eyðmýkt loyva sær at halda, at tað onkustaðnis í hesum flokkinum finnst ein víðgangandi høgravend antidemokratisk ella einaveldishugsan - um ikki einaveldishugsan, so ein oligarkihugsan?

Um fiskimálaráðharrin er av teirri áskoðan, at føroyingar sjálvir kunnu seta upp eina radaraskipan og so selja vitan til eina hernaðarsamgongu, so hevur hann víst eina væntandi vitan, sum aðrastaðni hevði gjørt hann óegnaðan til eitt landsstýrismannaembæti. Ongin uttanveltaður sleppur inn í eina NATO-verjuskipan – ei heldur hava føroyingar ráð til at reka ein stóran radara, enn minni hava føroyingar í løtuni útbúgvið fólk til tess. Tað er hugvekjandi at ein høgravendur ráðharri ikki ynskir at Føroyar skulu vera partur av einari vesturlendskari verjusamgongu! Tað er líka so ræðandi at hann er so naïvur, at hann heldur at Føroyar fáa loyvi til at liggja óheftar mitt í Atlantinum, skamt frá bretskum landaøki. Tað er annars eitt eyðkenni fyri mangar leiðandi politikarar kring heimin í dag, at teir ganga við oyraproppum – teir (talan er mest um menn) lurta bara eftir sær sjálvum.

Summir politikarar – kanska serliga kvinnuflokkurin á tingi – meyla um, at ein NATO radari ger Føroyar til eitt bumbumál. Eisini hettar er møsn!  Tí bumbumál eru øll og alt, ið forða teimum sterkastu í at fáa sin vilja, radari ella ei.  Føroyar vóru, fyri so vítt, uttanveltaðar undir fyrra heimbardaga.  Men kortini blivu fleiri sluppir bumbaðar og sóktar, við teimum sorgarleikum tað bar við sær, tí týskurin metti, at sluppirnar vóru ein forðing fyri teirra endamáli.

Føroyingar sjálvir vóru ikki í kríggi við nakran undir seinna heimsbardaga, men við tað at bretar gjørdu landgongd í oyggjunum , so mettu týskarnir føroyingar sum fíggindar.  Bretar hertóku Føroyar, tí teir vildi ikki hava týskar kavbátastøðir í Føroyum. Um týskararnir í staðin høvdu gjørt innrás í Føroyum, so høvdu vit helst fingið somu lagnu sum norsku strandaøkini, og tann lagnan var sera óhugnalig, og hana gloyma norðmenn neyvan.

Í Føroyum og grannalondunum eru vit von við skilagóðar politikarar, ið vilja landi og fólki tað besta, um enn vit ikki altíð eru samd um politisku kósina. Men, øll sum fylgja við í tíðindunum vita eisini, at heimurin er fullur av leiðandi ørvitisknokkum, ið bara vilja hava vald, og vald fyri ein og hvønn prís. Vit, sum eru fødd og uppvaksin í demokratisku smørholunum, duga ella vilja ikki skilja teirra hugsanarhátt, tí hann er so øðrvísi enn okkara hugsanarháttur.

Føroyar sjálvar hava aldrin verið beinleiðis í kríggi, men hava kortini goldið høgan prís fyri orrustur úti í heimi. Tí eru føroyingar eitt forkelað fólkaslag, sum rokna við, at um orrustan brestur á, so kemur onkur og ”bjargar” Føroyum.  Onkur kemur, tað er heilt vist! Men um tann, sum kemur, vil Føroyum væl, tað er ein annar spurningur.

Stundin er komin til, at føroyingar vakna úr sínum tornerosesvøvni og gera sær greitt, at tað finnst ongin neutralitetur í altjóða politikki – antin ert tú fyri ella ert tú ímóti! Vit loyva russum í hundraðtali at liggja við skipum í Føroyum til umskiping og evt. umvælingar, men, unna ikki NATO-skipum, at bunkra, skifta manning, keypa vørur ella fáa smærri umvælingar. Her haltar onkusvegna við logikkinum!

Men nú fiskimálaráðharrin hevur tiltuskað sær uttanríkis- og verjumál eisini, so hevur hann helst hópin av ráðgevarum á altjóða støði, sum gera meiningarnar hjá einum fólkapensionisti á Frederiksberg til skammar.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin