Lýsing
Lýsing
Lýsing

RSF: Vit bíða enn eftir myndugleikunum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.06.2021 - 22:15 Ítrottur Tíðindi

Forkvinnan í RSF greiðir frá í kvøld, nú tað nærkast til vikuskiftið, har FM-róður eftir ætlan skal vera á skránni á Skála.

Tað valdar óvissa í kappróðrarumhvørvinum, tí nú vit fara inní hósdagin skjótt, so veit eingin, um nakar FM-róður verður í vikuskiftinum ella ikki. Í RSF standa tey eins spyrjandi. Norðlýsið hevur tosað við forkvinnuna í kvøld.

- Vit bíða framvegis eftir, hvørji tilmælir koma frá myndugleikunum. Vit vita ikki, hvørji tey verða. Men vit hava fyrireikað okkum og eru púra klár at avgreiða róðurin á Skála. Bæði við áskoðarum og uttan áskoðarar. Men tað er greitt, at ein avgerð má takast og vit skulu ikki langt inní hósdagin fyrr enn hon má takast, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í RSF.

Uppá fyrispurning um, hvussu verður við Norðoyastevuróðrinum, so er tað enn óvist. Hon dugur ikki at siga, hvussu verður við tí róðrinum og um tann avgerðin verður tikin áðrenn ein møguligan róður í vikuskiftinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost: Virðisflutningu­rin úr útjaða…
SEV skal ongantíð privatiserast
Silvarenning 2026
Tjóðleik­húsið lagt á ís
Veðrið í dag
Aftursvar til Karl
Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Myndarøð: Lands­stýrið tilnevnt í Tingane…
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…