Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spastikarafelagið broytir navn og samleika

SKRIVAÐ: Nevndin í CP Føroyar  |  10.06.2021 - 20:20 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

CP Føroyar er heitið á áhugafelagnum (fyrrverandi “Spastiskarafelagið”) fyri føroyingar við diagnosuni cerebral paresa (CP) ella líknandi lamni og onnur áhugað. 

 

Spastikarafelagið nú broytir navn og samleika til CP Føroyar. Hetta er viðtikið á nevndarfundi 2. desember 2020.

CP í stuttum
CP er ein stytting fyri Cerebrala Paresu, og varð hetta ofta fyrr kallað spastiskt lamni og vórðu tey við CP kallað spastikarar. Cerebral merkir heili og Paresa merkir lamni.

Cerebral Paresa er ein diagnosa, ið fevnir um ymisk menningar- og rørslutarn, sum standast av heilaskaða tíðliga í lívinum. Tær kropsligu fylgjurnar av heilaskaðanum eru ofta sjónligar, men heilaskaðin kann eisini geva aðrar týðandi kognitivar avbjóðingar sum t.d. trupulleikar við læru, hugsavnan og máli. Cerebral Paresa rakar ein breiðan skara av persónum, við ymiskum stigum av breki – bæði rørsluligum, kognitivum og kensluligum.

Millum 110 – 130 børn diagnostiserast hvørt ár við CP í Danmark. Hagtøl fyri føroysk børn er ikki tøk.

Grundgeving fyri navnbroyting
Endamálið við navnabroytingini er at sjónliggera brekið, ið aloftast liggur aftanfyri spastisitetin: nemliga Cerebrala Paresu. “CP” verður brúkt av feløgum í øðrum londum, m.a. okkara samstarvsfelagum í Norðanlondum. Tað at brúka CP gevur bæði eitt meir altjóða navn og eitt, sum vísindaliga er meira nágreiniligt.

CP – Cerebral Paresa – er sum eitt vísundaligt heiti av tí sama neutralt og ópolitskt. Tað metur nevndin, ger at nýggja heitið er inklusivt. Við at hava “Føroyar” tilknýtt navninum hjá felagnum, metir nevndin eisini styrkir samleikan.

CP Føroyar
CP Føroyar er heitið á áhugafelagnum (fyrrverandi “Spastiskarafelagið”) fyri føroyingar við diagnosuni cerebral paresa (CP) ella líknandi lamni og onnur áhugað. 

CP Føroyar ynskir at vera upplýsandi og stuðlandi viðvíkjandi CP, bæði fyri einstaklingin við CP, teirra familju og fakfólkini kring tey. Umframt hetta, ynskir felagið at hava ein aktivan og jaligan leiklut í almenna kunnleikanum um og fatanini av CP í Føroyum.

Í nevndini fyri CP Føroyar sita Katrin Jacobæus (forkvinna), Malan K. Zachariassen, Súsanna á Váli, Guðri O. Larsen, Poula Reinert Olsen og Elna Dam Dahl-Olsen.

Um koronastøðan loyvir tí, ynskir nevndin at bjóða øllum limum felagsins til móttøku í Megd húsinum tann 11. juni kl. 16:00, tá felagið alment skiftir navn og samleika. Á skrá vera talur og tónleikur, nýggja heimasíðan víst fram, og drekkamunnur verður at fáa aftur við.

 

Vinarliga,
Nevndin í CP Føroyar (fyrrverandi Spastikarafelagið)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…