Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við Borgaranum í baksýninum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  22.06.2021 - 11:26 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin 19. juni fóru vit ein túr í Vatnsdal omanfyri Oyndarfjørð at vita, um ikki okkurt sílið var at fáa í vakra vatninum har.

Vit báðir, bróður og eg, høvdu avgjørt at hittast við avkoyringina til Oyndarfjarðar ímillum fjarða. Har setti eg mín bil og so hildu vit fram í hansara bili til Oyndarfjarðar.

Tá vit sóu oman á Laksá og fossin har, komu vit til at tosa um, at har høvdu vit mangan staði við tráðuni, men at lítið høvdu vit fingið. Nógvur másafuglur var at síggja har áin kemur í sjógv, so helst boðar hetta frá at fuglurin væntar sær føði, sum kemur oman eftir ánni.

Vit koyrdu so til bygdina og hildu áfram niðan í móti Vatnsdali eftir tí, sum helst hevur verið ein uppdyrkingarvegur, men sum nú sæst vera gjørdur breiðari og betri ovast uppi. Kanska ber hetta boð um eina kommunala útstykking her.

Har settu vit bilin og fóru til gongu. Tað er ein fittur teinur at ganga til vatnið, ikki er túrurin tungur.

Hjá okkum, sum hava verið her einar tvær ferðir áður kennist hetta næstan sum nýggjur túrur hvørja ferð.

So skjótt sum vit eru komnir nakað niðan frá, er kennist kvøldið fjálgt.

Nógv er sum er frægd at festa eyguni á. At síggja norður í millum Skoratind og Tind hetta kvøldið tá eitt av uppisjóvar skipum okkara er á veg á kanska nýggjan túr, fær meg sjálvandi at taka eftir myndatólinum.

Nógvur fuglur er at síggja og mín sann bera vit eisini eygað við eina haru. Tá komur lív í, tí undan at kalla hvørjum steini koma nú harur fram. Eg fáið tikið mynd av fýra í senn, men vit sóu eini seks sjey her á sama stað.

Dalurin her er sera vakur, stórur og opin. Ovast uppi á Skoratindi sæst eitt antennuskapilsi. Vit undrast á hvat tað man vera og um battaríir ella el frá sólarljósi man vera har uppi. Neyvan liggur ein kaðal allan vegin.

Eftir ein góðan gongutúr saman, har nógv ymiskt hevur verið havt á lofti, koma vit niðan ímóti vatninum. Har fáa vit eina fráboðan um, at nú nærkast, tí eitt lómapar fer flúgvandi beint yvir okkum. Komnir til vatnið, síggja vit tey bæði so friðarliga svimjandi umkring. Jú, tað er hugtakandi at síggja henda stóra vakra fuglin, ið er í fer við at reiðrast og fáa eftirkomarar. Hetta er einasta tíð á árinum, at lómurin er á landi. Tað sigst, at beinini á honum eru so aftarlaga á kroppinum, at hann kann inni brúka tey at standa á. Tí leggur hann reiðrið dygst við bakkan á einum vatnið í haganum, soleiðis at hann til eina og hvørja tíð kann skumpa seg útí, um eitthvørt er áfatt, ella hann skal út at royna at fáa sær eitt síl kanska.

Ná men vit fara so undir okkara fiskitúr her. Ganga runt vatnið og standa og kasta og kasta. Hóast vit síggja síl, so tekur ikki væl hetta kvøldið. Men vit treiskast og tá klokkan er um miðnátt, gera vit av at fara oman aftur higani. Tá havi eg fingið tvey góð síl, 47 og 48 centimetrar máldi eg tey til og tey vigaðu tvey pund og trý pund. Bróður fekk eisini eitt av somu stødd og okkurt minni eisini. Fáningurin bleiv ikki stórur, men góður.

Fram um alt, ein náttúruuppliving av teim stóru.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap