Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg koyri teg – tú koyrir meg

SKRIVAÐ: RFF  |  02.07.2021 - 16:07 Tíðindaskriv

Nú summarfrítíðin veruliga er byrjað, hava Ráðið fyri Ferðslutrygd, Betri Trygging og Trygd sett í verk átak fyri at steðga rúskoyring. 

Hetta verður gjørt við filminum  ”Eg koyri teg, tú koyrir meg”, ið var úrslitið av stóru hugskotskappingini hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd í vetur. Filmlýsingin verður í hesum døgum víst á Facebook og Instagram.

Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági vann kappingina, og luttekur saman við vinfólki í lýsingini. Brynhild kennir sjálv til avbjóðingarnar av at vera partur av náttarlívinum í aðrari bygd, enn teirri tú býrt í. Tí bygdi hennara hugskot á egnar royndir.

Í vinarbólkinum hjá Brynhild hava tey gjørt eina avtalu, ið byggir á tankan: ”Eg koyri teg, tú koyrir meg.” Hetta merkir, at tey skiftast um at koyra:

- Avtalan er tann, at um eitt vinfólk er farið í býin og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg. Tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, greiddi Brynhild frá í lýsingarfilminum, ið er komin burtur úr hugskotinum hjá Brynhild.

- Vit valdu at gera eina hugskotskapping, har ung fólk sluppu at seta dagsskránna, og úrslitið gjørdist hesin filmurin, ið byggir á tey hugskot, ið tey ungu sjálvi høvdu,sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Eftir at vinnarin varð funnin, hevur Brynhild arbeitt saman við eini lýsingarstovu við at menna hugskotið til eina lidna lýsing. Í lýsingini síggja vit Brynhild og hennara vinfólk í býnum og á veg til hús. Í samráð við Brynhild er lýsingin blivin jalig og uppbyggjandi, heldur enn fordømandi og neilig.

Hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu nógvu árini, og heili 98% av føroyingum siga at rúskoyring verður ikki góðtikin. Men kortini verða bilførarar javnan tiknir við promillu í blóðinum. Harafturat er rúskoyring orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni, vísa tøl úr norðurlondum. Tí er tað eisini í 2021 týdningarmikið at tosa um at steðga rúskoyring!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksv…
Kvøldskúlin: tilmeldingin lat upp í dag…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði