Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðin hjá Team Rynkeby er byrjað

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  08.07.2021 - 23:54 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Í fagrasta veðri fór ferðaliðið við Team Rynkeby súkklarunum í morgun leiðina úr Klaksvík til Danmarkar, har súkkla verður í ár.

Nógv fólk var savnað til tiltakið, sum Klaksvíkar kommunu hevði skipað fyri í samband við, at ferðin nú er byrjað.

Borgarstjórin, Karl Johanesen, byrjaði løtuna við at minnast Guttorm Sørensen, sum í dag verður fylgdur til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Síðani helt borgarstjórin røðu fyri súkklarunum. 

Eisini helt Herdis Vernersdóttir, vegna Hjartabarn, eina røðu. Súkklararnir vórðu heiraðir við fløggum, køkum og sangi. Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe spældu trý løg, sum hóskaðu sera væl til høvið.   

Røðan hjá borgarstjóranum kann lesast her: 

 

Góðu tit øll

Hugskotið at súkkla til París er í ár 20 ára gamalt, og sigast má, at hugskotið er ment ótrúliga væl.

Limaskapurin er øktur nógv og upphæddirnar til felagsskapirnar, ið Team Rynkeby stuðlar eru bara øktar við árunum, og tað er at fegnast um.

Í ár verður ferðin eitt sindur øðrvísi, tí leiðin gongur til Danmarkar og ikki til París, men tað ger ikki týdningin av ferðini minni. Tvørturímóti.

____

Fyri fleiri av tykkum er hetta ikki fyrstu ferð at tit fara undir súkkluferðina, sum hevur til endamál at stuðla familjum, har børn hava fingið álvarsamar sjúkur. 

Tit vita hvat tað krevur, at fara tungu leiðina, sum móti endanum eisini krevur heilt serliga styrkið, tá ið brekkan Huy skal takast.

Men tit vita eisini, at hóast brekkan er tung, so koma tit á mál.

Í nógvum førum er høvuðsorsøkin tann, at tit eggja og stuðla hvørjum øðrum, tá ið á stendur.

Frásagnir, sum eg mangan havi fingið um hetta strekkið, røra meg!

Tí eg merki, at tað er sami andi, sum er galdandi, tá ið sjúka rakar. Onki hevur størri týdning, enn stuðul, og eggjan til at megna tað, sum kann tykjast møtimikið.

_____

Seinnapartin í dag fara vit at siga eitt seinasta farvæl við eina býarmynd, sum mangan fór undir arbeiði, sum fyri onnur kundi tykjast møtimikið.

Guttorm Sørensen andaðist leygardagin einans 52 ára gamal.

Hóast ungan aldur, so hevur Gutti lagt nógvar varðar eftir sær, bæði ítróttarliga, vinnuliga og ikki minst menniskjaliga.

Hetta hevur verið serliga eyðsýnt seinastu dagarnar, har mong fólk á ymiskan hátt hava lýst Gutta sum ein virknan undangongumann.

Ein sum setti sær týðilig mál, arbeiddi miðvíst, náddi tí ómøguliga, og síðani setti fleiri nýggj mál. 

Nógv hevur Gutti nátt sjálvur. Nevnast kann metið á 10.000 m, sum hann fekk á Isle of Wight í 1993 og sum hann framvegis eigur.

Men hóast Gutti megnaði nógv og var ein fyrislóðari á nógvum økjum, so hevði eisini hann tørv á stuðli, sum hann fyrst og fremst hevur fingið frá konuni Ingun og børnunum Jan Elmar og Kamillu.

Men eisini frá vinum, kappingarneytum, makkarum í ítrótti, arbeiði og øðrum samanhangum.

Fleiri av tykkum, sum fara langa súkklutúrin runt í Danmark, kenna Gutta og vita, at hann hevði eggjað og stuðla tykkum í at megna tað ómøguliga. Tí soleiðis var hann.

Tað er ein sorgblíð fráferð í dag, men tað er við stoltleika, takksemi og ríkum minnum, at vit minnast fyrislóðaran, eldsálina og býarmyndina, Guttorm Sørensen.

___ 

Góðu súkklarar og góðu hjálparfólk

Ferðin byrjar í dag, men tit hava vant óteljandi tímar, samstundis sum tit hava verið við til at stuðla átakinum á ymiskan hátt.

Tykkara íkast gevur familjum, sum vegna sjúku hava trupult við at fóta sær, vón.

Tit vitna, at felagsskapur, samanhald og ídni, kann vera við til at stuðla hópin av familjum.

Harumframt slóða tit fyri sum tær góðu fyrimyndirnar, ið stuðla hvørjum øðrum at megna tað, ið kann tykjast møtimikið, og tað gevur okkum øðrum vón.

Takk fyri tað!

Aftur í ár hava tit sjálvbodnu í Smæruni hjálpt við at fyrireika hetta tiltakið, eina hjartans tøkk til tykkum fyri tað.

Við ynskjum um eina ógloymandi ferð og blíðan byr, nú toymið Team Rynkeby fer avstað.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum