Lýsing
Lýsing
Lýsing
Danska Silvurliðið fær handa heiðursmerki undir OL 1960

Flogvanlukkan í Kastrup tann 16. juli 1960

SKRIVAÐ: Jóan Pauli Jacobsen  |  15.07.2021 - 15:43 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

 

Danska landsliðið hevur staðið seg sera væl í Euro 2021, men byrjanin var syrgilig, tí Christian Eriksen knappliga small um í fyrsta dystinum. Góð og skjót hjálp tryggjaði, at Eriksen kom væl fyri seg aftur. Danska liðið fann nýggja megi og stóð sera væl saman fyri at røkka hálvfinaluni ímóti Onglandi. Danska landsliðið hevur heldur ikki verið so væl umtókt síðani EM heitið í 1992, men tað var kortini ikki fyrstu ferð, at danska landsliðið hevur verið nervað av syndarligum hendingum í sambandi við endaspøl. Fleiri munnu eisini minnast, tá Allan Simonsen breyt beinið í fyrsta EM dystinum í 1984, og fara vit longur aftur í tíðina, so kundu hælsparkið frá Ole Madsen, 5-málsskjúttin Erik Dyreborg og Europameistarin Kent Nielsen tað sama ongantíð komið í ljósmála.

 

Fyrireiking til OL 1960

Í 1960 fyrireikaði danska landsliðið seg til OL í Italia frá 26. august til 10. september. Danska úttøkunevndin hevði úttikið ein heildarhóp upp á 36 leikarar, ið teir ætlaðu at fylgja tætt “og veita eina harða og skipaða venjing”, sum tað eisini stendur í ársfrágreiðingini hjá DBU. Saman við feløgunum syrgdi DBU fyri, at landsliðið fekk skilabestu fyrireikingina. Tann 10. mai spældi landsliðið ímóti brasilsku heimsmeistarunum og tapti tepurt 3-4. Síðani vann OL landsliðið 7-2 á Grikkalandi í einum venjingardysti tann 3. juli.

Seinast í juni og fyrst í juli hevði úttøkunevndin úttikið 19 leikarar, sum reglurnar fyri OL kappingina tilskilaðu, umframt átta eykaleikarar. Tann 13. juli spældi OL landsliðið javnleik ímóti Fremad Amager í einum venjingardysti, og tann eftirfylgjandi stevnan í Jútlandi skuldi byrja við einum dysti millum leikarar í OL hópinum ímóti einum samansettum B- og ungdómslandsliði leygardagin 16. juli.

11 sælendskir og keypmannahavnskir leikarar umframt ein einstakur jútskur leikari, sum tænti sína herskyldu á Sællandi, vórðu bidnir um at møta á Keypmannahavnska flogvøllinum í Kastrup sama morgun. Av teimum 12 leikarunum vóru Per Funch Jensen, Børge Bastholm Larsen og Arne Karlsen úttiknir til OL hópin.

DBU hevði bílagt trý flogfør, men eitt var í ólagi, tí tóku teir fimm leiðararnir: Spang Larsen, Søren Agerschou, Ib Skottenborg, Mads Evald Schultz og Henning Hauth ein hýruvogn til Herning.

DBU leigaðaði tískil tvey flogfør frá bjargingarliðnum Zonen, sum skuldi flúgva leikararnir frá Keypmannahavn til Herning. Annað flogfarið hevði pláss til fýra ferðafólk og hitt, sum var eitt sindur størri, av slagnum De Havilland Dragon Rapide DH.89A, hevði pláss til átta ferðafólk.

 

Syrgiliga fráferðin

Aðalskrivarin hjá DBU, Erik Hyldstrup, bað níggju av teimum 12 leikarunum, sum skuldu byrja dystin í Herning, um at fara uppí tað størra flogfarið, sum fyrst skuldi á flog. Tað minna flogfarið, sum júst var lent frá Sønderborg, skuldi fyrst bunkra í Kastrup.

Orsakað av, at flogfarið bara hevði átta setur til ferðafólk, bað flogskiparin aðalskrivarin hjá DBU um at flyta ein av leikarunum yvir í minna flogfarið. Tann 9. leikarin, Erik Dyreborg, varð síðani biðin av Erik Hyldstrup um at fara yvir í minna flogfarið. Tað var eisini fyri at gera pláss fyri tveimum stórum taskum við leikaraklæðum.

Stigskipanin á liðunum var greið, og tað segði seg sjálvt, hvørjir skuldu fyrst avstað: B-landsliðsleikararnir vóru týdningarmiklari enn ungdómslandsliðsleikararnir, og teir, sum skuldu byrja dystin sama kvøldið, skuldu avstað áðrenn eykamenninir.

Nøvnini verða lisin upp: Fyrst teir seks, sum skulu spæla fyri B-landsliðið. Nummar sjey er Ib Eskildsen. Nummar átta er Erling Spalk. Nummar níggju er Erik Dyreborg.

Spælararnir taka viðførið og ganga niður gjøgnum trappuna og úti í regnið, har flogfarið stendur og bíðar. Tað, sum Erik Hyldstrup ikki hevur hugsað um, er, at tað fyrsta flogfarið eisini skulu hava øll klæðini við. Ikki bara til keypmannahavnsku leikararnar, men til allar leikararnar á báðum landsliðunum.

Tá flogskiparin sær tær metrarhøgu, flættaðu kurvarnar við klæðum, ristir hann við høvdinum: “Hetta gongur ikki”. Ein av leikarunum má fara við hinum flogfarinum. Erik Hyldstrup tekur eina skjóta avgerð og rópar til Erik Dyreborg: “Dyreborg, tú ert tann seinasti, men tú skiftir eisini so skjótt, so tað gongur nokk. Far tú við hinum flogfarinum”. Erik Dyreborg tekur taskuna og fer aftur til hinar.

Veðrið var ikki gott í Keypmannahavn og floglíkindini henda dagin vóru vánalig. Tað var regn og stormur við lágt liggjandi skýggjaflókum. Flogfarið kemur kortini væl uppfrá, men stutt eftir fráferð verður flogfarið fangað av einum grovum æli og fær sterkan síðuvind. Flogskiparin Stig Vindeløv hevur stórar trupulleikar. Flogfarið er nevniliga ikki góðkent til regnflúgving, tað hevur ikki so frægt sum ein viskara.

Flogfarið er bert góðkent til góðveðursflúgving, og tað verður vanlukkuligt. Stig Vindeløv sær onki og skiftir tískil til tólflúgving. Flogfarið hevur hvørki lurtitólskumpass ella onnur nýmótans flogtól, og tí kann hann bara stýra eftir tí sokallaðu “eftirgjørdu havsbrúnni”, sum er eitt tól, sum vigar upp fyri vantandi sýnið niður á jørðina.

Trupulleikin er, at tað riggar ikki fyrr enn, at flogfarið er komið upp í fulla ferð. Tí er tað ikki til nakra hjálp beint eftir fráferð, tá flúgvarin flýgur lágt yvir Oyrarsundi. Stig Vindeløg stríðist alt, hann er mentur, fyri at bjarga støðuni. Hann varnast ikki, at flogfarið hellir til høgru, og tá hann ikki hevur nakra havsbrúgv at stýra eftir, er hann fullkomiliga seldur. Flogfarið stoytist í klingur, bóltar rút og stoytir móti havfløtuni. Tað hendir bara áleið 40-50 metrar úr landi og frá umleið 100 metra hædd.

Tá flúgvarin rakar havfløtuna, verður tað krúllað saman og syndrað í tríggjar partar, meðan regnið framvegis oysir niður. Gaggur, troyggjur og vraklutir reka á havfløtuni. Tveir fiskimenn frá Kastrup koma fram á flogfarið – stutt eftir koma bjargingarfólkini. Stig Vindeløv nær at siga: “Eg skilji ikki, hvussu tað kundi henda,” áðrenn hann svímar.

Sjey leikarar sita í tí endanum av skrokkinum, sum er undir av sjógvi, og teir doyggja beinvegin. Umframt flogskiparan er bara Per Funch Jensen á lívi, men hann doyr á vegnum til sjúkrahúsið. Flogskiparin er sostatt tann einasti, sum sleppur við lívinum, men hann fær annað beinið tikið.

 

Um somu tíð í hinum flogfarinum

Fráboðanin, sum liðfelagarnir og flogskiparin í hinum flúgvaranum fáa umvegis lurtitólið, at flúgvarin koyrdi á sjógv, vísti seg at vera langt frá sannleikanum. Tað eydnaðist nevniliga flogfarinum at koma uppfrá, men bara stokkuta løtu. Bara 40-50 metrar úr landi datt flogfarið niður í Oyrarsund, og tað kostaði øllum umborð, uttan flogskiparanum, lívið.

Tað minna flogfarið gjørdi klárt til fráferð og at seta kósina vestureftir saman við hinum størra flogfarinum, sum skuldi flúgva teir síðstu átta leikararnar, sum hoyrdu til Keypmannahavn víðari út á bygd. Tað skróvaði í lurtitólinum og teir fáa eina fráboðan frá eftirlitstorninum. Flogskiparin skal ikki fara avstað beint nú, fær hann at vita. Okkurt er hent við hinum flogfarinum, sum koyrdi móti flogbreytini fyri fáum minuttum síðani. Fráboðanin frá torninum sigur, at flogfarinum við liðfeløgunum “hevur koyrt á sjógv”.

“Íðan, so fáa teir vátar hosur”, staðfestir flogskiparin við einum skálkasmíli. Hann lurtar ikki eftir torninum í fyrsta umfari og heldur áfram at koyra móti flogbreytini. Men áðrenn hann veit av, so verður heintaður aftur av flogvallarakførum, sum blunka uppi á takinum. Flogfarið skal ongan veg. Tað er ongin grund til at seta kósina móti Herning, tí har verður ongin fótbóltsdystur. Har er nevniliga ikki longur nakað lið.

 

Landsliðsvenjarin frættir um flogvanlukkuna

Landsliðsvenjarin, Arne Sørensen, skuldi eftir ætlan eisini hava verið við flogfarinum til Keypamannahavnar – og haðani víðari við flogfarinum til Herning leygardagin, men hann skuldi fyrst vitja Ítróttarháskúlan í Vejle hósmorgunin, men stevnan á ítróttarháskúlanum endaði ikki fyrr enn dagin eftir og tá skuldi Arne vísa teimum sjálvvenjing og rundferðsvenjing.

Seinnapartin leygardag koyrir hann so til Grejsdalen, tí hann skal eftir Charles Knudsen frá Vejle Boldklub, sum er vorðin limur í úttøkunevndini og tískil skal við. Teir hava góða tíð, tí teir skulu ikki møta fyrr enn kl. 16.

“Eg bjóði ein kopp av kaffi í Brande”, sigur Charles. “Fínt, so steðga vit...” Men tað gera teir ikki, tí tað er grimdarregn. Teir verða dýggjvátir bara við at fara úr bilinum. “So bjóði eg kaffi í Herning”, sigur Charles. “Tá man grova ælið vera liðugt.”

Teir steðga bilinum á parkeringarbásinum inni í býnum og ganga móti Hotel Eyde. Á vegnum møta teir Henning Enoksen og dámuni umframt Egon Jensen og Knud Clausen frá Esbjerg. Teir báðir eru við sum eykaleikarar. Hini ganga so víðari oman eftir høvuðsgøtuni í klædnabýnum. Teir eru á veg inn í matstovuna, tá róp kemur í: “Arne Sørensen” – “Arne Sørensen!”

Tað er duravørðurin, sum rópar yviri frá móttøkuni. Arne vendir sær við. Hann sær fleiri fólk rundan um hann og duravørðurin fær ikki orðið fram. Tá fatar Arne, at okkurt er spinnandi galið og skundar sær yvir til mannin.

“Flogvanlukka – flogfarið frá Keypmannahavn – er dottið niður...”

“Leikararnir”, roynir Arne at siga. Leikararnir...”

“Tað – tað eru átta – átta deyðir...”

Arne missir fótafetið og hevur ilt við at halda sær á fótum. Duravørðurin lesur tey átta nøvnini upp úr einum lista. Løtan tykist ikki at fáa nakran enda.

“Íðan, tað er ógjørligt”, sigur Arne. “Tað kann ikki passa. Eg var saman við teimum fyrradagin. Tað passar ikki. Tað kann ikki passa. Tað kann ikki...”

 

Eftir flogvanlukkuna

Flogskipari var 27 ára gamli Stig Windeløw. Hann var júst farin burtur úr Flogherinum, har hann millum annað hevði virkað sum vegleiðari til venjingarmaskinurnar T33. Hann var virkin sum vegleiðari á sokallaða “svarta leygardegnum” tann 25. januar 1958, tá Flogherurin misti nøkur av sínum jagarafløgførum, tí flogskipararnir valdu at leypa út í fallskíggjum ella neyðlenda fløgførini heldur enn at royna at lenda á Karup flogvøllinum orsakað av heilt ófatiliga vánaligum sýni.

Flúgvarin datt í havið bara 40 metrar frá landi, varð knúst móti einum grótgarði og brotnaði í tríggjar partar. Bjargingarfólk frá floghavnini komu fram á vanlukkustaðið upp á bara fimm minuttir. Men tað var ov seint til at bjarga sjey av leikarunum – Erling Spalk, Arne Karlsen, Kurt Krahmer, Ib Eskildsen, Søren Andersen, Erik Jensen og Børge Bastholm Larsen – sum antin doyðu av løstunum ella druknaðu á staðnum, tí teir vórðu fastkroystir í vrakinum. Per Funch Jensen varð koyrdur til Sundby sjúkrahús, har hann doyði av løstunum fáar tímar eftir innleggingina.

Flogskiparin yvirlivdi fallið, man varð skaddur av tveimum beinbrotum, sum førdu til burturskurð av øðrum beininum. Hann valdi síðani eina borgaraliga yrkisleið sum fólkaskúlalærari í einum øðrum landsparti enn Sællandi, haðani hann var ættaður.

Flogskiparin ynskti ongantíð at tosa um vanlukkuna. Hann doyði í 2008 uttan at hava sagt sína fatan av hendingini ella tosað alment um hana.

 

OL endapælið

Umframt venjingardystin í Herning vórðu tveir aðrir dystir í ávikavist Aalborg og Brørup avlýstir orsakað av sorgarleikinum og fleiri av leikarunum máttu fáa sissandi innspræningar. Fyrsta virksemið aftan á vanlukuna var tann longu ætlaði A-landsdysturin ímóti Ungarn bara 10 dagar seinni. DBU skipaði fyri einum sorgarhátíðarhaldi fyri teimum deyðu fótbóltsleikarunum í Ítróttaparkini tann 27. juli, har tann fyrrverandi AB leikarin, Frode Gaarn Larsen, segði nøkur minningarorð áðrenn landsdystin ímóti Ungarn framman fyri 45.000 áskoðarum.

Landsliðsvenjarin, Arne Sørensen, brúkti bara 12 av 19 leikarum í hópinum undir kappingini, sum fyri danskan fótbólt varð fullførd í skugganum av syrgiligu flogvanlukkuni minni enn tveir mánaðir frammanundan. DBU hevði ætlað at tikið seg burtur úr OL endaspælinum.

Silvurheiðursmerkini í 1960 eru higartil seinastu olympisku heiðursmerkini hjá donskum fótbólti. Liðið gjørdist kent sum Silvurliðið.

Hesir 8 lótu lív:

  • Erling Spalk, 19 ár frá Ikast FS
  • Ib Eskildsen, 19 ár frá Boldklubben Frem
  • Arne Karlsen, 20 ár frá KB
  • Per Funch Jensen, 21 ár frá KB
  • Kurt Krahmer, 22 ár frá KB
  • Søren Andersen, 23 ár frá Boldklubben Frem
  • Erik Jensen, 29 ár frá AB
  • Børge Bastholm Larsen, 29 ár frá Køge Boldklub

 

Fýra komu ongantíð avstað

Bent Krog, KB, var eisini longu úttikin til OL hópin, men hann var saman við øðrum evnum sum Ole Madsen, HIK og Erik Nielsen, Brønshøj Boldklub, skaddur, og hevði tískil givið avboð til stevnið. Tað var sami Ole Madsen, sum framman fyri 50.000 áskoðarum legði Danmark á odda 1-0 við einum hælsparki tann 20. Juni 1965 ímóti Svøríki, sum tá í tíðini var týdningarmiklasti dystur í árinum.

Bent Krog var í fyrsta umfarið avloystur av Erik Nielsen, sum tó fekk ein hálsbruna, og sosatt eisini mátti geva avboð. Hálvtannað ár seinni gjørdist hesin sami Erik pápi og sonurin, Kent Nielsen, gjørdist í 1992 Europameistari við Danmark. Sjálvur átti Erik dystarmetið hjá Brønshøj Boldklub við 328 fyrstaliðsdystum fram til 1989.

Teir vórðu avloystir av Søren Andersen, Boldklubben Frem, sum sama dag fylti 23 ár, meðan Ole Madsen varð avloystur av Kaj Johansen, sum kortini kundi taka tokið frá Odense til Herning heldur enn at kekka inn í Kastrup floghavn, tí hann í síðstu løtu hevði fingið eitt farloyvi frá sínari hertænastu hjá herinum í Holbæk. Hetta var sami Kaj Johansen, sum gjørdist kendur sum liðleiðari hjá Sepp Piontek í 1980-árunum.

Tað var lagnan, ið bjargaði Hans Andersen, Køge Boldklub umframt Bent Jørgensen og Bjarne Eklund, báðir B93, og ikki at gloyma Erik Dyreborg, Boldklubben Frem, sum sluppu við minna flogfarinum.

Erik Dyreborg var tann síðsti av teimum níggju leikarunum, sum upprunaliga steig inn í De Havilland flogfarið, men sum varð biðin um at seta seg saman við hinum trimum í minna flogfarinum, sum rúmaði fýra ferðafólk. Og fyri tann komandi Næstved, Boston Beacons, FS Haag og Avesta leikarin var tað talan um ein tvífaldaðan sorgarleik. Hann hevði trý ár frammanundan sum bara 17 ára gamal eftir kappingarlok í tí donsku 1. deildini verið á venjingarferð í nakrar mánaðir hjá Manchester United fram móti jólum 1957.

Minni enn tveir mánaðir eftir vórðu átta av spælarunum frá The Busby Babes-ættarliðnum sum kunnugt dripnir í einari flogvanlukku á München-Reim flogvøllinum í sambandi við eina millumlending aftan á Europa Cup dyst í Beograd. Erik Dyreborg hevði tá millum aðrar lært sera evnaríka Duncan Edwards, 21 ár, og Tommy Taylor, 26 ár, at kenna, meðan hann var á venjingarferðini.

Hálvttriðja ár seinni vóru tað bara tey átta ferðafólkasetrini og tær báðar taskurnar við leikaraklæðum, sum forðaðu Erik Dyreborg at seta seg í De Havilland flogfarið, tá aðalskrivarin hjá DBU, Erik Hyldstrup, ynskti at hava taskurnar við útgerðini umborð á fyrsta flogfarinum, og tí setti Dyreborg seg í minna flogfarið.

Tað gingu seks á afturat, áðrenn Erik Dyreborg sum 26 ára gamalur spældi sín fyrsta landsdyst á einari lívsleið, sum varð avmarkað til seks landsdystir upp á bara seks mánaðir í 1967. Í sínum øðrum landsdysti tann 23. august skoraði hann tvey mál í víðagitna 14-2 sigrinum á Íslandi í Ítróttaparkini, og fekk atfinningar fyri bara at skora tvær ferðir. Men mánaðin eftir skoraði hann seg til halgimannastøðu við at skora øll fimm málini hjá landsliðnum í 5-0 sigrinum á Norra á Ullevaal í Oslo tann 24. september. Eftir teir seks landsdystirnar freistaði útlandi, og sum yrkisleikari varð hann útihýstur frá landsliðnum.

Meðan fótbóltslívsleiðin sendi Erik Dyreborg til Sambandsríkið, Niðurlond og Svøríki, sendi starvsleiðin – sum eitt slag av lagnunnar speisemi – ein annan av teimum, sum slapp við lívinum, Bjarne Eklund, kring heimin fyri brasilska flogfelagið, Varig Brazilian Airlines, har hann endaði sína 28 ára longu starvstíð sum Europasjefur á høvuðsstøðini í London og seinni sum stjóri og síðani formaður fyri Danska ferðaráðið.

Bjarne Eklund spældi bara U21 landsliðsdystin, sum tryggjaði honum møguleikan til landsliðsstevnuna í Herning. DBU heitir framvegis á hann um at vera ferðaleiðari, tá útlendsk landslið vitja í Keypmannahavn.

Erik Dyreborg og Bjarne Eklund hava ikki sæð hvønnannan, síðani teir søgdu hvør øðrum farvæl vitandi um, at venjingardysturin var avlýstur. Men kortini óvitandi um, hvørja lagnu liðfelagarnir fingu. Hana frættu teir um í Pressens Radioavis seinni sama dag.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund