Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrsta Frøði í ár er summarlesnaður

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.07.2021 - 07:55 Mentan Tíðindaskriv

Erling Isholm skrivar um tveir njósnarar, sum á sumri 1849 arbeiddu fyri handilsforvaltaran í Kongliga einahandlinum. Teirra uppgáva var at fylgja við í øllum, sum fiskavirkarin Holger Jacobæus tókst við. Vónin var at finna okkurt, sum kundi vera grundarlag undir at fáa Jacobæus sagdan úr starvi. Eydnaðist tað at sleppa av við fiskavirkaran, fór at bera til at steðga klippfiskavirkingini aftur. Tað hevði verið ein fongur fyri einahandilin, tí málið við einari mentari fiskivinnu var at fyrireika føroyingar til eina tíð við fríhandli og ongum einahandli.

Leivur Janus Hansen og Agnes-Katharina Kreiling hava skrivað um nýggjar tøðklukkur, sum eru funnar í seyðasparli. Tey umrøða eisini tey trý sløgini av tøðklukkum, sum framman undan vóru kend í Føroyum. Vísindaliga viðrakingin í seyðasparli varð gjørd fyrr í ár, tá ið lívfrøðingar á Tjóðsavninum kannaðu seyðasparl úr Koltri.

Heðin Abrahamsen hevur granskað og arbeitt við aldugjørdum rákið har tað er ábært og har hesi rák eru ein avbjóðing fyri alivinnuna. Dømi eru eitt nú á Sandsvág og í Froðba. Í 2016 misti alibrúkið á Sandsvág næstan allan laksin í øðrum ringinum, og í fjør misti alibrúkið í Froðba laksin í flestum av teimum 14 ringunum – í báðum førum tí at stór alda breyt tvørtur um boðar og grynnur. Fyri kortum hevði høg alda eisini við sær, at fóðurflakin Hellutangi, sum lá fyri akkeri á Víkum, sleit og rak á land. Granskingin snýr seg um at skilja og kanna fyribrigdið, og fyri at kanna eitt heilt øki í øllum veðri hevur verið neyðugt at gera ein teldumyndil av økjunum.

Páll Holm Johannesen ger í samfelagspolitiskari grein eina roynd at fáa svar upp á, hví politikarar skifta flokk. Hann spyr, um politikarar eru tingfólk eftir egnari sannføring. Seinastu 30 árini hava í miðal 2,6 tinglimir skift flokk hvørt valskeið. Hetta er ikki so lítið – heldur ikki, tá ið vit bera okkum saman við onnur lond. Ein niðurstøða er, at tað er ein avbjóðing fyri umboðandi fólkaræðið í Føroyum, um ov nógvir tinglimir skifta flokk.

Tað hevur mangan verið spurt, hvaðani orðingin uppávegin stavar í føroyskum, og sagt hevur verið, at tað er hetta at vera ‘ávegis’ at eiga barn. Tað skal tá koma úr donskum, har tey hava dømi eins og hesi í Ordbog over det danske sprog. Hugsanin hjá Hjalmari P. Petersen er, at í eldri føroyskum hava vit havt hon er uppÁvegin við merkingini ‘tung’, t.e., at ‘vigað er upp á hana’, at hon er tung.

Jógvan í Lon Jacobsen skrivar eina søgu um orðini onk, eykman og ank. Í høvuðsheitum snýr greinin seg um seg um kallkynsorðið onkur, sum í hvønnfalli hevur formin onk. Eitt navnorð var ella er til í føroyskum við hesum sniði í merkingini ‘eymkan, stynjan’. Málsligur skyldskapur er sostatt millum orðini onkur og eymkan. Hann nemur eisini við orðið ank, sum er ein misskiltur síðuformur til eymk, og greinin snarar nógv um onkur, eymkan og ank, sum øll hava sama málsøguliga uppruna.

Bókamentaummælini hava tørv í umrøðu, heldur Paula Gaard, sum fyri stuttum vardi ph.d.- ritgerðina Verjurøða ummælarans. Ritgerðin er ein verjurøða fyri ummælaravirksemi sum heild og roynir at lyfta hetta tekstslag upp til at verða greinað á jøvnum føti við aðrar bókmentir. Tí er tað ein beinleiðis tilverutreyt hjá kritikkinum at vera í verjustøðu. Ummælarin má ofta verja seg, tí rithøvundar halda hann ikki skilja og beinleiðis mistulka bókmentir. Endamálið við greinini er at leggja dent á týdningin av fleirraddaðum kritikki.

Maria Skaalum Petersen tekur samanum koronugranskingina í Føroyum seinasta árið. Umleið seks milliónir krónur eru játtaðar til COVID-19-gransking í Førroyum. Ein millión er komin úr Granskingargrunninum og fimm milliónir eru latnar av føroyskum vinnufyritøkum og útlendskum granskingargrunnum. 80 prosent var latið til heilsugransking og 20 prosent til samfelagsvísindi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…