Lýsing
Lýsing
Regin Jacobsen er nevndarformaður í nýggja farmaflogfelagnum | Mynd: Oliver Joensen

Nýtt farmaflogfelag ávegis

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.07.2021 - 08:44 Tíðindi Vinna

Sp/F 25.05.2021 og P/F Bakkafrost hava í dag stovnað nýtt felag, sum hevur til endamáls at reka flogfarmaflúgving til og úr Føroyum

Felagið arbeiðir við ætlanum um at keypa ella leiga farma-flogfar og at seta hetta í rakstur millum Føroyar og útheimin skjótast til ber. Samstarvsavtala er gjørd við Bakkafrost, sum eisini verður høvuðskundi hjá felagnum og kemur Bakkafrost væntandi at brúka meginpartin av kapasitetinum út úr FAE. Á heimgangandi túrunum verður pláss fyri veitingartrygd til føroyskar innflytarar, eins og møguleiki verður fyri nýhugsan innan innflutning av vørum til Føroya.

Stigtakararnir handan felagið eru Heðin Krett, Andrew Djurhuus, Hans Meinhard á Høgabóli og Birgir Nielsen. Hesir manna eisini nevndina saman við Regin Jacobsen og Rúna M. Hansen. Birgir Nielsen er settur stjóri í felagnum og Regin Jacobsen er nevndarformaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…