Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hevur javnaðarflokkurin í Havn smekka høvdið í?

SKRIVAÐ: Brandur Sandoy, tingmaður  |  20.07.2021 - 18:59 Politikkur Tíðindaskriv

Samfelagið alt ovurfegnast í hesum døgum um, at risastórar samfelagsíløgur verða gjørdar í okkara innfrakervi og atkomuviðurskiftini frá sjónum, so at vit knýta landið alt betri saman og fáa eina góða trygga havn inni á Skálafjørðinum.

Øll uttan javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráði.

Ævinsjúkan hevur tikið yvirhond á Vaglinum, og í eini síðstu desperatari roynd at leggja fótonglar fyri útbyggingini av havnalagnum í Runavík, verða stórir meirkostnaðir og seinkingar lagdar á allar útbyggingar av samfelagnum. Við í fallinum tekur javnaðarflokkurin í Havn samferðsluna til Sandoynna, og leggur vinnuni í oynni stórar meirútreiðslur og gerð umstøður munandi truplari, sum eru rímuliga truplar í forvegin.

Fyri tveimum mánaðum síðani frættist annars frá semju millum landsstýrið og kommununa í Havn, um at landið skuldi lata 110 mió kr kvitt og fritt til kommununa fyri innkomuveg til Havnar.

Hetta vil siga, at landið letur kommununi pengar at gera kommunalar vegir fyri, men kommunan steingir vegin so at bilar ikki sleppa at brúka vegin, og harvið dýrkar samfelagsútreiðslur munandi og leingir tíðarskeiðið sum hesar útreiðslur strekkja seg yvir.

Sjálvur røkki eg ikki longri enn á stokkin, Tórshavnar kommuna má sær ráða.

Men so leingi hesar avmarkingarnar í ferðsluni standa við, verður so ein atkvøða minni fyri avtaluni um innkomuvegin í Løgtinginum, og tað verður mín.

Tað kemur slett yvirhøvur ikki uppá tal at góðtaka nakra semju við ein, sum aftaná semjuna sparkar ein so dyggiliga á skinnabeinið, sum eg meti at javnaðarflokkurin í Havn hevur gjørt við allar borgarar landsins.
Hetta mál verður reist politiskt eftir ólavssøku, tað er eitt lyfti frá mínari síðu.


Brandur Sandoy, tingmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival