Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF (Skíggjamynd)

Karl Olivar Bærentsen hevur sjey FM við Havnarbátinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.07.2021 - 12:36 Ítrottur Tíðindi

Tað er ein rógvari afturat Ludvík við Stein, sum hevur vunnið sjey føroyameistaraheitir við sama báti hjá 10-mannaførum.

Í gjár skrivaðu vit, at Ludvík við Stein(Eysturoyingur) er mest vinnandi rógvari við sama báti hjá 10-mannaførum við sjey føroyameistaraheitum og 39 FM-stevnusigrum. Men tað er ein afturat, sum hevur sjey føroyameistraheitir. Tað er Karl Olivar Bærentsen, sum í 1979 vann sjeynda føroyameistraheitið við Havnarbátinum. Tað kom fram í sendingini ''Havnarbáturin'' hjá KVF. Hesi árini vóru færri stevnur enn nú, so Karl Oliver vann ikki eins nógvar FM-róðrar sum Ludvík. Sambært upplýsingunum í sendingini hjá KVF og á úrslitunum á stavnur,fo, so hevur Karl Olivar helst vunnið 27 FM-róðrar.

Magnus Norðberg (Klaksvíkingur) kann í ár javna metið við sjey meistraheitum og javna/taka metið fyri flest FM-róðrar. Hann hevur í løtuni vunnið seks føroyameistaraheitir og 38 FM-róðrar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi