Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður á tingsins røðarapalli fyrr í dag | Mynd: kvf.fo

Tak yvir høvdið og Suðuroyartunnil áðrenn 2030

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.07.2021 - 20:22 Leiðarin Politikkur

Løgmansrøðan á ólavsøku 2021 spenti víða. Frá OL í Tokyo yvir bústaðarneyðina í Føroyum og til koppsetingar og endurupplating av samfelagnum. Tað og mangt annað kom løgmaður inn á í síni frágreiðing til Løgtingið fyrr í dag. Vit hava sett løgmansrøðuna undir luppin.

 

Ikki óvæntað fylti Coronastøðan nakað í røðuni, men her var ikki talan um strong tilmæli, heldur bjartskygni saman við eini staðiligari áheitan. Føroyar kunnu fara upp aftur í fulla ferð, men so mugu føroyingar eisini taka við koppsetingini. Ovmikið av koppingarevni er til, og fólk skulu bara halda seg framat, segði løgmaður millum annað.

Bárður Nielsen var ikki samdur við teimum, ið siga, at tunlar og infrakervi eru hørð virði burturav. Tí tað at samanbinda føroyingar hevur sera nógv at siga fyri trivnað og vælferð í landinum, og tey virðini eru alt annað enn hørð. Tí sær hann fyri sær, at vit longu áðrenn ár 2030 fara at hava veg allan vegin av Viðareiði og til Sumbiar. Hetta var helst tað mest ambitiøsa í allari røðuni.

Á bústaðarmarknaðinum skulu sethús framhaldandi vera tað priméra, men meira skal gerast við alternativar bústaðarmøguleikar. Íleggjarar skulu saman við Bústøðum byggja privatar leiguíbúðir, og Bústaðir skal harumframt byggja til tey veikaru í samfelagnum, eins og samtykt varð í Bústaðarpakkanum frá fyrr í ár. Afturat hesum skal strammast nakað í, tá útlendingar vilja keypa fastogn í Føroyum – framyvir skulu teir ikki kunna tað frítt, men mugu søkja um loyvi.

Av verkætlanum, ið eru í gongd, fegnaðist løgmaður um tunlar Norður um Fjall, ið sera leingi hava verið átrokandi, og um nýggju Diabetesmiðstøðina, sum Kaj Leo Holm Johannesen er farin í samstarv við Novo Nordisk-grunnin at lata gera í Føroyum. Í Grønlandi er ein longu byrjað, men tá Føroyar fingu sama tilboðið í 2018, tók tásitandi samgonga ikki av.

Tá tað kemur til Norðoyggjar, umframt tunlarnar, so fegnaðist løgmaður um virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og gav góð ummæli til neurorehabiliteringina og viðgerðina av svøvnkøvu ella svøvnapnø har. Hann nevndi eisini, at ein bygningur til fyrisitingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi nú ferð at verða innrættaður.

Rúm var eisini fyri tí meira persónliga í røðuni. Bárður á Steig Nielsen kom inn á megnaravrikini hjá Sverra Sandberg Nielsen úr Miðvági í Tokyo, og hann hevur gjørt alla føroysku tjóðina stolta longu áðrenn finaluna í nátt. Tó nevndi hann ikki hin føroyingin í Tokyo, Jóhan á Plógv. Eisini nevndi Bárður, at hann var blivin abbi í ár, og hvussu lívsjáttandi tað var.

Fíggjarliga ætlar løgmaður, at Føroyar ikki longur skulu hava hall á fíggjarlógini í 2023. Hetta er samstundis árið, tá løgtingsval í seinasta lagi skal vera. Føroyska fíggjarlógin hevur havt hall í longri tíð nú, fyrst og fremst vegna Corona.

Øll røðan hjá løgmanni við fylgiskjølum kann lesast á: https://lms.cdn.fo/media/15493/o-lavs%C3%B8kufra-grei%C3%B0ing-l%C3%B8gmans-2021-endalig.pdf?s=bAn0jSCfa42mvTCSYWutMN8enqo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heygavegur stongdur
Hjarta­barnið fekk 35.290 krónur frá Klak…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…