Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gøtulist í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  30.07.2021 - 21:57 Mentan Tíðindi

Hugtakið ”Street art” er rættiliga kent úti í heimi. í Føroyum hevur Bárður Dahl Christiansen saman við fleiri listafólkum úr Føroyum, norðanlondum og umheiminum fingið lag eina verkætlanina, sum er stuðla av ymiskum fyritøkum og kommunum í Føroyum at fremja gøtulist.

 

Verkstovan skal mentanarliga samantvinna street art millum listafólk úr Føroyum, norðanlondum og umheiminum, og endar hon við veggjamálningum ymsa staðni í Føroyum summarið 2021.

 

Street art listafólk gera veggja-málningar bæði í náttúruni og í bygdum og býum í Føroyum.

 

Í løtuni er Gabriella, sum er frá Spania, men býr í Miami í fer við at mála ein stóran veggjamálning á endaveggin á fimleikarhøllini, móti Gerðagøtu í Klaksvík.

 

Sama ger Nathalia frá Kolumbia, sum býr í Spania. Hon málar endaveggin í pumpuhúsinum til sjóhitaskipanina í miðbýnum, har hon málar eina andlitsmynd, sum er á einum A4-arki.

 

Tær hava báðar eini 20 spannir kring um seg við ymsu litunum í, tær mála við. Spennandi verður at síggja lidna verkið! 

 

Visit Faroe Islands hevur víst áhuga fyri verkætlanini og fer at miðlavarpa hana í norðanlondum og uttanlanda, greiður Bárður Dahl Christiansen frá.

 

Talan er um eini seks listafólk uttan úr heima og eru hesi fólk rættiliga kend innan sítt yrki. Bárður samanber tey við Messi og Ronaldo í fótbóltsheiminum.

 

Runt um í heiminum og í Europa er street art vorðið meira góðtikið sum ein rættilig listagrein og ein lopfjøl til lokala og sosiala menning. Norðanlondini eru eitt sindur aftanfyri í hesum rákinum, tó er vend so smátt við at koma í.

 

Í Reykjavík til dømis hava tey havt eitt afturvendandi tiltak, ið eitur Wall Poetry, har street art listafólk úr øllum heiminum koma at mála húsaveggir v.m.

 

Tá ið eini seks listafólk, úr Føroyum og øðrum londum í summar gera teirra list og skapa sambond millum londini, er hetta liður í menningini av tí norðurlendska samleikanum innan street art, heldur Bárður Dahl Christiansen.  

 

Umframt at stuðla list, sum Klaksvíksgrunnurin hevur gjørt í hesum føri, so er hetta við til at skapa mentanarsamskifti millum lond, og fara listarverkini at skapa langtíðar virði í teimum økjum, tey vera gjørd.

 

Eisini veitir listin góðar og stimbrandi upplivingar fyri børn og ung í skapanini av verkunum og tiltøkum, sum verða kring tey.

 

Verkætlanin leggir stóran dent á samskifti og miðlan til lokal og altjóða miðlar og pallar við skrift, myndum og filmsupptøkum. Allir veggjamálningar vera evnaðir til í samráð við ein yrkis-myndamann við myndum og filmsupptøkum. Gjørd verða fleiri smærri filmsbrot av hvørjum einstaka verki.

 

Gøtulist Føroyar er heiti á gøtulist-verkætlan, sum Bárður Dahl Christiansen og Ólavur Thorsteinsson hava tikið stig til. Verkætlanin hevur eisini samband við eitt yrkis-toymi, ið miðlar og ger miðla-framleiðslu av gøtulistini, sum verður framd ymsa staðni í Føroyum í løtuni.

 

Hoyr samrøðu við Bárður og Ólavur um verkætlanina 

https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/06/23/gtulist-froyar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum