Lýsing
Lýsing
Lýsing

Handilsskálin letur upp

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  13.08.2021 - 16:52 Mentan Tíðindi Vinna

Tað hava verið nevndir fleiri ymskir dagar, handilsskálin á Sandinum, skuldi lata upp, men hevur verið útsett fleir ferðir.

Nú tykist bragda og verður latið upp miðskeiðis í komandi viku. Har er ein hugnalig handilsgøta við fleiri ymiskum góðum krókum og einum fittum palli, so um onkur hevur ein guittar undir armingum, ber til at seta seg her eina løtu.

Vit hava forvitnast um hvussu sær út og nú sær meira liðugt út, tó at onkrir snøklar eru eftir.

Inn til allar handlarnar er ein glasveggur, sum verður rullaður burtur í dagtímunum. So handilsgøtan veksur nakað við handlunum, ella handlarnir vaksa við gøtuni. Her er opið og hugnaligt.

Eisini ber til at seta seg inni í eini frálíkari matstovu at fáa sær okkurt úr matarskránni ella bert ein kaffimunn, sum tá antin kann nótast inni har, á handilsgøtuni ella uttanfyri, har eisini er eitt útitorg við stólum og borðum.

Handilsskálin á Sandinum heldur til í veghæddini á Biskupstorgi og er eitt frálikt íkast til eitt margfeldt handils- og matstovutilboð í miðbýnum. 

Vit gleða okkum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi