Lýsing
Lýsing
Lýsing

Taks og skattafrí løn

SKRIVAÐ: Georges Ísak Rouah  |  05.09.2021 - 17:25 Ítrottur Lesarabrøv

Ítróttarfeløg í Føroyum hava tey seinastu mongu árini havt møguleika at lønt starvsfólk skattafría løn. Framtil 2019 var upphæddin í mesta lagi 30.000kr árliga. Í 2020 øktist upphæddin við 20.000kr, so hon kom á 50.000kr.
Hettar hevur gjørt tað munandi bíligari hjá feløgunum í Føroyum at fáa fólk at arbeiða við ymiskum, ið ítrótturin hevur tørv á.


Í 2020 var tað fyrstu ferð, eg var við til at forhandla lønir og sáttmálar við komandi starvsfólk hjá ÍF.
Eitt sum oftani var diskuterað, var forðingin, at starvsfólkini verða fyrst skattaði av allari upphæddini, fyri síðani at fáa restina útgoldna sum avlopsskatt í mars mánaða árið eftir.


Fyri løntakaran sum fær 50.000kr hevur hettar við sær, at í januar mánað mangla ca 2500kr, í februar mangla ca. 5000 kr osv. (Fótbólts feløg gjalda typiskt løn í 10 mánaðir) Frá tíð at síðsta lønin er goldin í oktobur, skal løntakarin bíða í 5 mánaðir, til hann far mestsum fulla upphædd. (Feriuløn verður útgoldin í mai)


Eitt er, hvat hettar ger við løntakararnar.


Niðanfyri eru tølini frá Taks, sum vísa á samlaðu lønarútgjaldingarnar gjøgnum § 29 b. Frá 2015 til 2019


2015 8.260.954
2016 8.133.810
2017 9.012.123
2018 9.927.110
2019 10.860.427


Sambært skattalógini, skal skattgjaldarin hava endurgjald fyri at hava goldið ov nógv í skat.
Sí lógina niðanfyri:
§ 79 3. stk. Tá ið avlopsskattur verður afturgoldin skattskylduga, verður goldið honum endurgjald svarandi til 4% av avlopsskattinum. Av avlopsskatti, ið stavar frá peningi inngoldnum eftir § 76, verður einki endurgjald latið.


Venda vit aftur til tær áður nevndu upphæddirnar, og leggja 4% omaná tey ca. 50%, sum eru kravd í skatti, far landskassin eina eyka rokning í miðal per ár á smáar 187.000kr


Ringir man til Taks og spyr um, man ikki kann fáa alt útgoldið so hvørt, far man at vita at hettar er ikki møguligt.


Hyggur man inná heimasíðuna hjá Taks, verður man kunnaður um, at man verður trektur fullan skat gjøgnum árið, og restin útgoldin í mars árið eftir.
Eisini stendur at lesa:


Til ber eisini at fáa frádráttin leypandi gjøgnum árið. Fyri at fáa frádráttin leypandi, skal man Fyrbils skráseta vantaðu samsýningina. Men hettar kann skjótt enda við skattasmekk, sum dømini taks sjálvi koma við (tey kunna lesast her: https://www.taks.fo/fo/borgari/fradrattur/itrottafradrattur/)

 


Tað má kunna bera til at fáa alla samsýningina útgoldna eina ferð um mánaðin.
Um so er at skipanin hjá Taks ikki er før fyri at taka hædd fyri slíkum, serliga tá ið vit síggja ein eyka kostnað á 187.000kr í miðal per ár seinastu 5 árini.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur