Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan brynjar seg til eitt nýtt kappingarár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.09.2021 - 18:46 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Hetta vikuskiftið verður hol sett á eitt nýtt hondbóltskappingarár. Fyri kvinnurnar hjá Stjørnuni sær tað rættiliga spennandi út. Unga liðið seinasta kappingarár hevði, vegna serligar umstøður, eina sera trupla byrjan uppá kappingarárið. Men sum kappingarárið leið, mentist liðið, og móti kappingarenda stóðu tær seg rættiliga væl og spældu fult uppímóti bestu liðunum.

Fleiri nýggir leikarar                                                                                                                                                              Einasti leikari frá  seinasta kappingarárið, sum ikki er við frá byrjan, er Ella Samson. Men liðið hevur fingið tilgongd av fleiri spennandi leikarum. Durita Ljósstein er komin aftur eftir nøkur í útbúgvingarørindum í Danmark. Durita Christophersen Jojic, sum fyri nøkrum árum síðani leikti við Stjørnuni, er komin á liðið. Eisini hevur liðið fingið útlendskan styrk. Malena Madsen, sum er ein stórur sterkur strikuspælari, er komin úr Danmark. Hon hevur leikt í donsku 2. div. Úr Grønlandi er komin málverji. Talan er um Rina Møller Lorentsen. Hon er grønlendskur landsliðmálverji, og hevur spælt saman Duritu Ljósstein við donskum 1. div. liðið. Tað óhepna er tó hent, at Rina hevur fingið ein knæskaða, tá hon fyri kortum saman við grønlendska landsliðnum luttók í HM undakapping i USA. Skaðin er helst ikki so umfatandi, sum av fyrstan tíð varð hildið, so vónir eru um, at hon verður tøk innan ein mánað.

Málmannstrupulleikar                                                                                                                               At Rina ikki fær leikt vegna skaða kemur illa við. Annika Arge, sum eisini er málverji, situr eisini uttanfyri við  skaða, men sum eina loysn á málmanstrupulleikanum hevur Stjørnan gjørt avtalu við Teresu Mariu Ejdesgaard at traðka til. Hon hevur áður leikt við EB. Eisini er 16 ára gamla Borghild Sjúrðarberg við í hópinum sum málverji.

Christoffur Gert Nielsen heldur fram sum venjari                                                                                   Tað er vælumtókti Christoffur Gert Nielsen sum saman við Báru Skaale Klakstein aftur hetta kappingarárið skulu standa fyri venjingunum av besta kvinnuliðnum. Christoffur sigur, at hann trívist væl í Klaksvík, og at hann er sera spentur uppá komandi kappingarár. Hann vantar, at tilgondin av nýggju leikarunum kann geva liðnum tað sum skal til fyri at verða við í oddinum. Málið er í fyrst umfari at verða millum fýra tey fremstu liðini í innleiðandi kappingini og harvið verða við í endaspælinum. Eisini er málið at fáa eitt pláss í hálvfinalunum í steypakappingini.

Hópurin hjá Stjørnuni: Rina Møller Lorentsen, Annika Arge, Teresa M. Ejdesgaard, Borghild Sjúrðarberg, Joan Sørensen, Katrin Bertholdsen, Tóra Eliasen, Mina Sirdal Hendriksen, Oddvør Josephsen, Durita Ljósstein Johansen, Julia Nalivko, Sonja Sirdal á Bergi, Durita Christophersen Jojic, Jancy H. Jacobsen, Melene Madsen, Tóra Norðá og Hervør Olsen.

Fyrsti dysturin hjá Stjørnuni verður á heimvølli sunnudagin kl. 15.00, tá VB kemur at vitja.      

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan