Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lítil vindur av suðuri alla vikuna og yvirhøvur turt. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.09.2021 - 09:02 Tíðindi Veðrið

Í vikuni fer veðrið at vera ávirkað av tveimum lágtrýstum, sum fara norður við Íslandi. Vit fara tí at merkja vestara partin av teimum – tað er har sum suðurættin vanliga er – og okkurt brúgvalag við regni.

Alla vikuna fer ættin at liggja úr suðuri – ella beint við sunnan. Yvirhøvur lítil vindur. Turt næstan alla tíðina, undantikið bert hóskvøldið og sunnunáttina.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Í dag fer ættin at liggja um sunnan. Vindur fer at veksa seinnapartin upp í 8 til 13 m/s; í kvøld minkar aftur, niður í 5 til 10 m/s. Turt og skýggjað allan dag, og hitin fer at liggja um 11 til 13 stig.

Týsdag: Í morgin fer hann eitur sindur vestur um sunnan, til útsynning-sunnan. Vindurin lítil, minni enn 5 m/s. Kansla okkurt ælið um náttina ella tíðliga um morgunin, men annars turt og skýggjað. Hitin fer at liggja um 11 til 13 stig.

Mikudag: Mestsum sama veður sum týsdagin, tó als einki avfall. Lítil lot av útsynningi-suðuri, minni enn 5 m/s, og skýggjað; hitin fer at liggja um 11 til 13 stig.

Hósdagin fer ættin at skifta úr útsynningi-suðuri til landsynning-sunnan. Vindur fer at veksa úr 5 m/s á morgni upp í 8 til 13 m/s um kvøldið, og tá fer eisini at regna. Annars turt og skýggjað um dagin. Hitin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Fríggjadag 8 til 13 m/s av suðuri; um kvøldið útsynningur. Turt og skýggjað allan dagin. Hitin fer at liggja um 11 til 13 stig.

Leygardagin er suðurætt, og vindurin fer at veksa úr 8 til 13 m/s fyrrapartin og seinnapartin upp í 13 til 18 m/s um kvøldið. Skýggjað og turt allan dagin. Hitin fer at liggja um 11 til 13 stig.

Sunnudag: Vindurin fer at minka um náttina ella tíðliga um morgunin úr 13 til 18 m/s niður um 5 m/s. Samstundis fer ættin at støkka úr suðuri upp í vestan. Regn um náttina og morgunin, men tað fer at slíta í um middagsleitið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…
Tollstríðið órógvar handilin
Lions stuðlar Sinnisbata
Lívsleiðis Hendingar
Bogi Bech Jensen: Sloyfa málið um 100% g…
Finalur­nar í einmansleiki klokkan 10
Klaksvíksdamur í finaluni í dag
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin