Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd frá tá KÍ herfyri tók málmetið í fremstu mansdeildini. | Mynd: Televarpið, skíggjamynd.

Fótbólturin er komin hoym

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2021 - 12:50 Ítrottur Leiðarin

Samferðsluútbyggingarnar av Føroyum hava saman við einum miðvísum venjarainnsatsi gjørt, at KÍ nú aftur liggur í toppinum av føroyskum fótbólti. Frástøður hava langt frá líka nógv at siga í dag, og KÍ kann í dag mannast við crème de la crème, uttan mun til, um leikararnir hava sín gerandisdag í Havn, Strondum ella á Eiði. Hetta saman við góðari dømikraft, tá útlendsk talent skulu veljast, hevur fingið Klaksvíkar Ítróttarfelag fram aftur í fremstu røð – har Klaksvíkar Ítróttarfelag eisini eigur at vera.

Samfelagsumstøðurnar eru nógv broyttar seinastu 50 árini. Frá at tað í fleiri førum var neyðugt at flyta bústað fyri at taka eina av mongu almennu útbúgvingunum í Tórshavn, er infrakervið í dag soleiðis háttað, at tað er knappur tími hvønn vegin millum Klaksvíkina og Havnina, har tað áður vóru meira enn 2 tímar, fyrst hálvur tími við skipi og síðani hálvur annar við bussi.

Klaksvíkar Ítróttarfelag merkti tað alt ov væl, at samferðsluviðurskiftini vóru, sum tey vóru, í 1980’unum, 1990’unum og fram til 2006, tá Norðoyatunnilin kom. Fyri feløgini í Eysturoynni var tað ikki ein líka stórur trupulleiki, tí har var gott vegasamband, síðani Brúgvin við Streymin kom í 1973, men til og úr Norðoyggjum var bert sjóvegis samband.

Tað gav at bíta, tá úrmælingar sum Allan Mørkøre, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni, Jákup Mikkelsen, Todi Jónsson og fleiri við vóru at síggja í antin svørt/hvítum ella reyð/svørtum leikarabúnum árini um aldarskiftið. Men umstøðurnar vóru soleiðis; fleiri teirra numu sær útbúgving, sum bert var at fáa í Tórshavn, og samferðsluviðurskiftini gjørdu tað tvørligt, fyri summar ógjørligt, at sita á skúlabonki í Tórshavn fyrrapart og út á seinnapartin, fyri so at venja í Klaksvík um kvøldið.

Hetta er nú ein saga blott. Í dag býr venjarin hjá KÍ í Suðurstreymi, og tað ber væl til. Fleiri spælarar koma eisini úr Eysturoynni og Streymoynni, og í dag er tað ongin trupulleiki at halda hús vestanfyri Leirvíksfjørð og venja og leika í Klaksvík ella øvugt. Hetta hevur givið Klaksvíkar Ítróttarfelag eitt nógv størri uppland og rekrutteringsgrundarlag.

KÍ er í dag – fyri at brúka orðingina hjá kjakpanelinum í Fótbóltspráti mánadagar kl. 13-14 “óhugnaliga sterkt”. Mikkjal Thomassen hevur blandað ein sterkan cocktail við eini solidari lokalari stammu, og kring tann bulin eru so settir nakrir av Føroya fremstu, herundir fleiri landsliðsleikarar, og so er væl kryddað við góðum útlendskum leikarum, hvørs talent veruliga er eitt fordømi fyri ungu leikararnar at royna at líkjast. Og fyri at konsolidera staðsetingina á ovastu rók í føroyskum fótbólti hevur felagið sett á stovn eitt ungdóms-akademi, ið skal taka við, tá gullið gerst grátt.

KÍ hevur nú leingi verið har, sum tað er stuttligt at vera, og onki bendir á, at tað fer at broytast í bræði. Tað er sjálvandi mest uppskriftini hjá Mikkjali Thomassen fyri at takka, eins og eini visionérari og engasjeraðari leiðslu í KÍ, men sanniliga eisini samfelagsútbyggingunum, ið eru gingnar upp í eina hægri eind saman við øðrum kringumstøðum, so sum dyggum stuðuli frá kommununi og lokala vinnulívinum. Nú er ikki bert gjørligt fyri klaksvíkingar at hava ein skúladag aðrastaðni og venja í Klaksvík, men sanniliga eisini hjá spælarum og øðrum rundan um liðið, ið búgva aðrastaðni í landinum, at koma til Klaksvíkar at venja.

Oyðimarkargongdirnar hjá KÍ, ið merktu periodur í 1990’unum og øll 2000’ini, eru hinvegin farnar og koma vónandi ongantíð aftur. Fótbólturin er komin hoym.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…
Móttøka og jólahald hjá KBI
Signhild vitjar Norðlýsið
Johnny: “At frítøka fyri MVG skeiklar og…
Kvinnur prýða jólaborð
Stóra jóla­blaðið í gerð
Listaframsýning
Lands­stýrið umsíður strikað 72 ára fráfa…