Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bøta um farleiðina niðan á Klakk

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  23.09.2021 - 15:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

Aftur í ár hevur Klaksvíkar kommuna verið ein virkin partur av átakinum Closed for maintance, har endamálið er at umvæla gøtur og varðar ymsastaðni í Føroyum. Í tveir dagar verða farleiðirnar stongdar, soleiðis at góður møguleiki er fyri at viðlíkahalda gøtur, sum eru serliga nógv vitjaðar av bæði føroyingum og ferðafólkum.

Átta útlendingar og tvey fólk, búsitandi í Føroyum, fóru í morgun til verka saman við starvsfólkum hjá kommununi, har uppgávan er at gera ábøtur á gøtuna niðan á Klakk.

Leiðin niðan á Klakk er ein farleið, sum er sera nógv vitja. Fyri tveimum árum síðani var farið undir hesa gøtuna, men tørvur er longu á ábøtum.

Borgarstjórin, Karl Johansen, var í morgin og heilsaði uppá luttakararnar, sum koma úr USA, Onglandi, Fraklandi og Svøríki. Fleiri teirra nýttu høvið at greiða borgarstjóranum frá sínum upplivingum, og frá góða útsýninum fekk borgarstjórin eisini møguleika at vísa og greiða teimum frá býnum.  

Tey vóru sera arbeiðssom, so alt bendir á, at arbeiði við gøtuni verður liðugt til ásetta tíð.

Visit Faroe Island og Visit Norðoy sum samskipa átakið, meðan Hans Hjalti Skaale, býargartnari, leggur arbeiðsfólkunum lag á.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum