Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mangt bendir á, at Runavíkin fer at verða nýggi miðdepilin í Føroyum - í øllum førum fyri føroyska vinnulívið. Hetta bæði vegna staðseting og eitt framskygt og ambitiøst kommunustýri, ið hevur dugað at handlað rættstundis.

Skálafjørðurin kann gerast miðdepilin í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.09.2021 - 14:00 Leiðarin Mentan Vinna

Verða kortini spæld rætt, kann eystari armurin av Skálafjørðinum gerast vinnuliga kraftsentrið í Føroyum. Býráðið hevur satsað bæði miðvíst og strategiskt uppá at gera helst landsins bestu havn, og tað letur upp fyri heilt nýggjum vinnumøguleikum, umframt at tað sjálvsagt betrar verandi karmar.

Við Eysturoyartunlinum er Runavíkin komin at liggja mitt millum fiskivinnukraftdeplarnar norðanfyri, ið vil søga Fuglafjørð, Gøtu og Klaksvík, og so almenna fyrisitingardepilin sunnanfyri, ið er Tórshavn. Tann parturin av útflutninginum, sum ikki kann avskipast lokalt norðanfyri, kann við fyrimuni koyrast til Runavíkar at verða avskipað har. Tað er væl bíligari í bæði tíð og pengum enn at koyra til Havnar.

Frammanundan er Runavíkarøkið longu miðdepil fyri alivinnu við størstu alifyritøkuni í landinum liggjandi har. Og hendan hevur longu nógv virksemi longur norðuri, eitt nú eina av heimsins størstu smoltstøðum norðuri á Strond og meira fyri Eystan Múla. So vinnuliga eru Landnyrðingsføroyar longu væl skipaðar.

Samstarvið millum Norðoyggjar og Eysturoynna gongur langt aftur í tíðina. Fyri 123 árum síðani savnaðu norðoyingar og eysturoyingar í felag inn til tað, sum í dag er Klaksvíkar Sjúkrahús. Norðoya Sparikassin hevur deild í Fuglafirði, meðan Föroya Bjór hevur deild í Leirvík. Bakkafrost hevur sum nevnt nógv virksemi í Norðoyggjum. Og soleiðis kundu vit hildið áfram, eisini innanfyri tað almenna, har Miðnám á Kambsdali hevur eina deild í Klaksvík, og sýslumaðurin er hin sami fyri bæði Eysturoy og Norðoyggjar. 

Verður Landnyrðingsøkið í Føroyum betur samansjóðað, so fáa vit eitt øki, ið so gott sum matchar Tórshavn í fólkatali. Landnyrðingsføroyar yvirmatcha longu langt miðstaðarøkið, tá tað kemur til vinnulív, og er hetta sama galdandi í ítróttinum. Og vit eru sera kappingarfør, tá tað kemur til búsetingarmøguleikar, við framvegis at hava munandi lægri sethúsa- og íbúðarprísir enn miðstaðarøkið.

Her eigur Runavíkar Kommuna stórt rós uppiborið fyri at vera farin í samstarv við St. Jørgen Ejendomme um at gera 130-150 leiguíbúðir í kommununi. Ein verkætlan, ið verður mett at kosta 450 milliónir. Hetta fer bæði at taka trýstið av eftirspurninginum eftir sethúsum og øðrum íbúðum, og kann tæna sum fyrimynd fyri allari restini av landinum. Skal kappingin um fólkið av álvara takast upp við miðstaðarøkið, so er tað júst við íbúðum, at tað skal gerast, tí har er miðstaðarøkið als ikki kappingarført.

Landspolitiskt eiga politikararnir, ið eru valdir inn í Eysturoynni og í Norðoyggjum, at fara eftir at satsa uppá Landnyrðingsføroyar sum eitt veruligt samanhangandi øki. Klaksvíkar Sjúkrahús eigur at verða ment munandi til at kunna gerast meginsjúkrahúsið fyri Norður-Føroyar

Onki er at ivast í, at verður smíðað, nú meðan jarnið er heitt, og verða kortini spæld rætt, so kunnu Eysturoy og Norðoyggjar gerast mest attraktivu plássini at seta búgv í. Vit eru longu væl á veg.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt at byggja
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið