Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kinkur er komin í Húsarhaldsskúlan, meðan hitt almenna virksemið í Norðoyggjum fær sambært fíggjarlógaruppskotinum umleið tað sama ella meira í 2022 enn í ár.

Húsarhaldsskúlin steðgaður upp

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2021 - 21:00 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Húsarhaldsskúli Føroya verður dýrari enn mett, og tí er eitt “time out” varslað í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2022. Klaksvíkar Sjúkrahús kann hinvegin síggja fram til eina hampiliga meirjáttan í 2022, Tekniski Skúli fær 1,2 mió. afturat, meðan tað mesta stendur í stað. Og ætlanirnar um Rocksavn og Sjósavn í Klaksvík eru fullkomiliga sleptar og verða av ongum eftir fíggjarlógaruppskotinum at døma. Norðlýsið hevur hugt at fíggjarlógaruppskotinum 2022 við Norðoya-brillum.

Tað, sum fyri ein norðoying stingur allarmest í eyguni í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, eru orðini “Eingin játtan er tískil til endamálið í 2022” undir yvirskriftini “Húsarhaldsskúlin í Klaksvík, løgustuðul” á s. 249. Omanfyri stendur, at verkætlanin er dýrari enn mett, og at tað hevur drigið út við at koma í gongd við byggingina. Víðari stendur, at tað skal útgjaldast samsvarandi byggitilgongdini, og so leingi ongin byggitilgongd er, kann ikki útgjaldast.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 er játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús økt við umleið 3½ millión; hon fer úr 89,99 milliónum upp í 93,3 milliónir. Hendan meirjáttanin skal fara til at seta ein føðsluatstøðing í starv, til endurvenjing, og 900.000 krónur eru generell játtan vegna hægri fólkatal og harvið tal av potentiellum sjúklingum.

Tekniski Skúli í Klaksvík fær eina trivaliga meirjáttan. Økta játtanin áljóðandi 1,2 milliónir krónur fer til ein HT-flokk afturat, umframt tann eina, ið var ráðlagdur. Men víðari stendur skrivað, at komandi ár verður bert roknað við einum nýggjum flokki heldur enn tveimum.

Hinvegin er ikki nógv at heinta í fíggjarlógaruppskotinum hjá hinum báðum skúlunum í Klaksvík, Klaksvíkar HF-Skeiði og Sjónámi. Klaksvíkar HF-Skeið fær ein lítlan kvink, ið er minni enn 50.000 kr., og sum uttan iva verður etin upp av lønarhækkingum og/ella inflatión. Sama støðan ger seg galdandi á Sjónámi, áður kendur sum Klaksvíkar Sjómansskúli, ið eisini fær undir 50.000 krónur meira í 2022 enn í 2021.

Nógv tann størsti útreiðsluposturin hjá landinum í Norðoyggjum eru Tunlar Norður um Fjall. Teir fáa 98 milliónir í ár, og 102 milliónir komandi ár. Síðani er ætlanin at økja játtanina uppaftur Meira, til 135 mió. í 2023 og 150 mió. í 2024.

Av øðrum almennum virksemi í Norðoyggjum kann nevnast, at játtanin til Íverksetarahúsið stendur í stað og er 1,1 millión bæði í ár og komandi ár. Sjómannadagurin stendur til at fáa 100.000 krónur í stuðuli bæði í ár og komandi ár, og hetta hóast, at dagurin vegna Covid-19 ikki varð hildin í ár.

Sera smábýtt er við játtanum til aðrar oyggjar í Norðoyggjum enn Borðoy. Útoyggjarnar mugu deilast um 700.000 krónur til infrakervini har. Bátasavnið í Svínoy fær tó 150.000 kr., ið er sama upphædd sum í ár.

Sjósavnið ella Undirsjóvarsavnið í Klaksvík fær onki á fíggjarlógini. Júst tað sama ger seg galdandi fyri Rocksavnið, ið heldur onki fær, og verkætlanirnar tykjast at vera sleptar. Í fjør stóðu tær til at fáa kr. 0,00, og í ár eru tær slett ikki nevndar. Og lyftið um ókeypis koyring í Norðoyatunlinum sæst heldur ikki aftur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði